Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sálarligt spæl í HB: KÍ er stórfavorittur

Jákup Ósá

Øll vápn skulu brúkast fyri at vinna klassikaran á Summar Festivalinum millum KÍ og HB.

Heimasíðan hjá HB skrivar um dystin á Summar Festivalinum, har KÍ og HB møtast í avgerandi dysti í stríðnum um 4. plássið. Og síðan bakkar ikki fyri at koyra ein taktikk áðrenn dystin, har hon ikki ger mætari enn at gera KÍ til stórfavoritt, hóast eingin vanligur logikkur – so sum stigatalva, formkurva, innanhýsis dystir og festival/stevnu dystir –  undirbyggir hetta.

Jú, sálarliga spælið er farið í gongd – í Onglandi kalla teir tað ofta ”mind game” – og spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer fríggjakvøldið kl. 18.00, tá stórdystur er við Djúpumýru millum KÍ og HB. Hesaferð spæla liðini um seinasta Europa League plássið.

HB heimasíðan skrivar soleiðis:

Mest vinnandi fótbóltsfeløgini í landinum hittast fríggjakvøldið á summarfestivalinum. KÍ og HB hittast við Djúpumýrar.


Hvørki liðið blæsur við øllum hornunum í skrivandi stund, men vertirnir eiga at kenna á sær, at skal vinnast á summarfestivalinum, er besta løtan helst nú.

Tríggir teir seinastu dystirnir hjá KÍ eru endaðir við javnleiki, men helst smakka javnleikirnir móti Víkingi og NSÍ betur enn tey tvey mistu stigini móti EB/Streymi í næstseinasta umfari.

Vit hava ikki vunnið í Effodeildini síðan 21. juni og seinstu tríggjar dystirnar hava vit bara fingið tvey stig.

Tað er ikki nógv at reypa av tá ein er partur av Havnar Bóltfelag, men hetta er bara staðfesting av, at í skrivandi stund er tað stongin og út hjá okkum.

Hóast KÍ er stórfavorittur til sigurin fríggjakvøldið, vita øll, at vertirnar vanliga hava tað strævið tá talan er um stevnudystir.

Hetta mugu vit sjálvandi royna at gera okkum dælt av. Tó, skulu vit fáa nakað burturúr móti KÍ, mugu vit veruliga yppa okkum. Tað vit hava sæð higartil eftir summarsteðgin, hevur ikki verið meira enn næstbest.

Tó, eingin ivi er um, at HB-viðhaldsfólk fara trúgv norðum at síggja okkara bestu dystast móti javnaldrinum og arvafíggindanum úr Klaksvík.

Livst so spyrst, og vit gleða okkum.

Harleyfacadeacryl