Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Saltfiskakvøld í Gamla seglhúsinum

Helgi Abrahamsen

Leygarkvøldið 18. februar skipar Gamla Seglhúsið fyri forvitnisligum saltfiskakvøldi.

Leygarkvøldið 18. februar skipar Gamla Seglhúsið fyri forvitnisligum saltfiskakvøldi.

Navnframi kokkurin, Gutti Winther, fer at borðreiða við nógvum spennandi rættum í Gamla Seglhúsinum, leygarkvøldið 18. februar klokkan 19.

Lagt er upp til eitt spennandi saltfiskakvøld hetta leygarkvøldið á Torradøgunum, har matarskráin byggir á saltfisk av Kósini.

Millum rættirnar ið borðreitt verður við eru krokettir, suppa, brandade, saltfiskasalat, lippur al pil pil og annað. Harafturat verður eisini okkurt søtt at fáa, umframt ein umfatandi, viðkomandi bjórskrá frá Føroya Bjór.

Nakrir gestir fara at greiða frá um saltfiskamatmentan og saltfiskaveiðuna í Føroym.

Pláss er fyri 40 fólkum og neyðugt er at bíleggja pláss í góðari tíð. Tað kann gerast á heimasíðuni hjá Gamla seglhúsi.

Kostnaðurin er 995 krónur fyri hvønn.