Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Saltsølan ella Sjóvinnuhúsið kostar tilsamans 100 mió. kr.

John William Joensen

Tórshavnar havn keypti saltsølubygningin í 1995 frá trotabúgvi fyri kr. 1,5 mió. Og tá bygningurin er klárur at leiga út kosta teir gott 7.100 fermetrarnir Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommunu 100 mió. Kr.. Tað gongur fram í skjalatilfarið at Býráðið hevur stórar ætlanir um at brúka skrivstovurnar sum hava allar nútímans hentleikar til at leiga út til ymiskt vinnuligt virksemið. Hetta hevur fingið Almannaráðið at spyrja kommununa um hvørjum kommunalum endamálið verkætlanin tænir.

Tórshavnar havn keypti saltsølubygningin í 1995 frá trotabúgvi fyri kr. 1,5 mió. Og tá bygningurin er klárur at leiga út kosta teir gott 7.100 fermetrarnir Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommunu 100 mió. Kr.. Tað gongur fram í skjalatilfarið at Býráðið hevur stórar ætlanir um at brúka skrivstovurnar sum hava allar nútímans hentleikar til at leiga út til ymiskt vinnuligt virksemið. Hetta hevur fingið Almannaráðið at spyrja kommununa um hvørjum kommunalum endamálið verkætlanin tænir.

Fram til summarið 2011 leigaði M.J.Saltsøla siloina, tá teir valdu at flyta á annað stað.

Saltsølan verður Silicon Valley

Tann 27. August 2013 er formaðurin í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð í útvarpstíðindasending hjá Kringvarp Føroya, har hann sigur at ætlanin er at nútímansgera bygningin hjá Tórshavnar Havn fyri 45 mió. Kr. og at Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu ímyndar sær eitt kveikingarstað eins og “Silicon Valley” á Vestaru bryggju.

Tað er endamálið við gamla bygninginum, har Saltsølan helt til, og sum verður nútímansgjørdur fyri einar 45 miljónir kr….. Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum, verður sagt í samrøðuni.

Samrøðan kann hoyrast her

Tann 14. August 2014

samtykkir býráðið at samlaða “nútímansgerðin” skal kosta 73,9 mió. kr. og við keypsprísið, projektering v.m. hevur Tórshavnar Havn brúkt góðar 100 mió. Kr. uppá Saltsølubygningi.

Í 2007 gjørdi Kommunalaeftirlitið greitt yvir fyri Gøtu Kommunu at kommunulógin loyvir ikki kommunum at reka vinnuligt virksemið. Sum grundregla kann ein kommuna heldur ikki leiga út, men tó kann verða undantak um kommuna hevur yvirkapasitet og hesin yvirkapasitetur kann merkja tap fyri kommununa. Undir øllum umstøðum kann ein kommuna ikki byggja seg til ein yvirkapasitet…….. skrivar kommunala eftirlitið í niðurstøðu síni – SÍ HER!

Í seinastu viku bað Kommunala eftirlitið Tórshavnar Kommunu um at greiða frá hvørjum kommunalum endamálið verkætlanin við Sjóvinnuhúsinum/Saltsøluni tænir.

Norðlýsið hevur biðið um viðmerkingar frá borgarstjóra, vinnunevndarformanni og kommunustjóra, men enn er eingin viðmerking komin.


——


Úr skjalasavninum hjá Tórshavnar Kommunu.

Tann 29. Mars 2012

samtykkir Tórshavnar Býráð eina ætan at klæða Saltsølubygningin og arbeiðið verður mett at kostað 20 mió. kr., sum skal fíggjast av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2012. Í skjalatilfarinum frá viðgerðini í býráðnum er greitt at talan er um eina stásiliga ætlan hjá kommununi at stimbra vinnilívið:

….. bygningurin eigur at innrættast soleiðis, at hann kann brúkast til ymiskar tørvir, og til fleiri smærri og kanska onkra miðalstóra fyritøku. Leiguupphæddin verður avspeglað í íløgukostnaðinum, tí skulu loysnir finnast, har tað er ein standard leigupakki, hvar tað so er møguligt at velja ymiskar kvalitetir til.

…..Umsitingin hevur arbeitt víðari við uppskotinum um leigukonsept og skipan av innihaldi í saltsølubygninginum……

Tilmæli frá havnameistaranum: Mælt verður til at at taka undir við uppskotinum, og at leggja tað alment fram, soleiðis at møguligir leigarar kunnu geva sín áhuga til kennar.

….. Góðskustøðið á ymsu økjunum verður fjølbroytt. Av tí, at verkstøð og goymslur skulu virka í sama bygningi sum matstova og skrivstovur, verður spennið stórt millum rá arbeiðsrúm og tignarlig fundarrúm…..

…..Ætlanin er, at nýbyggingin skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovu umhvørvi, samstundis sum spor av gamla saltsølubygninginum verða varðveitt. T.d. er ætlanin, at innsíðan av útveggjum eru gomlu betongveggirnir, sum bert verða pussaðir og málaðir….

Skrivstovuøkini liggja fram við útveggjunum, við undantak av á 1.- 2.- og 3. hædd, har onki ljós kemur til í tí partinum, sum vendir norðureftir móti Bacalao. Skrivstovuøkini verða skyldraði frá høvuðsgongdini gjøgnum bygningin, men ikki deild upp í smærri skrivstovur. Loysnir fyri uppdeiling í smærri skrivstovur skal finnast, sum so leigarin ger eftir tørvi……..Bygningurin verður upphitaður við sjógvhita…..

……Mettur kostnaður fyri innrætting 59 mió.

…….Aftan á at leigukonseptið fyri bygningin hevur ligið alment frammi, hevur tað verið ein ávísur áhugi fyri at leiga í bygninginum, men tað eru ikki allir leigararnir, sum hóska so væl til ætlaninar, tað at fyritøkurnar í høvuðsheitum skuldu arbeiða við sjóvinnu og menning av hesari. ……Mælt verður eisini til, at gera eitt sokallað «memorandum of understanding» við tær fyritøkurnar, sum hóska til konseptið, soleiðis at tær kunnu flyta inn í bygningin, tá hann er liðugt umvældur……..Býráðið 12. desember 2013: Einmælt samtykt.

Tilboðini vóru lætin upp tann 16. juni 2014.

Áðrenn farið varð undir projektering av innrætting, varð samlaði kostnaðurin mettur til kr. 59 mió……Beint áðrenn tilboðini vórðu opnaðið, metti rágevarin at kostnaðurin bleiv kr. 64,5 mió, umframt ókent og projektering/eftirlit. Fyri at fáa kostnaðin nakað niður hava samráðingar verið við teir, sum høvdu tey lægstu tilboðini, umframt at sjógvhitin og fyrilestrarsalurin í siloni er tikin burtur úr projektinum.

Í staðin fyri sjógvhita, er gjørt klárt til at binda í ein møguligan framtíðar fjarðhita.

…… Aftan á samráðingar er støðan hendan:

Meting 2013 – samlaði kostnaðurin kr. 59 mió.

Nýggj meting gjørd í 2014 segði 64,5 mió kr.

Tá tilboðini vóru komin inn í 2014 var prísurin 75 mió. Kr.

Tá sáttmálið var undirskrivaður við arbeiðstakarar var prísurin 73,9 mió. Kr.

(bygnings. 32,5 – Gólv 2,1 – Máling 1,6 – Múrari 5,2 – EL 8,6 – HVS 14,5 – Trygging, eftirlit o.a ókent 9,4)

Um tikið verður undir við at innrætta fyri 73,9 mió kr., er samalði kostnaðurin fyri innrætting og klæðing umleið 94 mió. Kr.

……Hetta merkir, at býráðið fáa 7.100 m2 fyri góðar 13.200 kr/m2….

Havnameistarin mælir til at gera arbeiðtøkusáttmálar sambært nevnda uppskoti, og at játta 73,9 mió kr, at fíggja av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015.

Fíggjarnevnd 14. august 2014:

Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein, samtykkir at taka undir við vinnunevndini og beinir málið í býráðið. Ein minniluti, Jógvan Arge, tekur støðu á seinni fundi.

Býráðsfundir 14. august 2014:

Marin Katrina Frýdal setti fram soljóðandi broytingaruppskot: Mælt verður til, at bygningurin burturav verður upphitaður við sjóvarhita, og at málið verður beint aftur í vinnunevndina til at útvega neyðuga fígging.

Fyrst varð atkvøtt um uppskotið hjá Marinu Katrinu Frýdal at beina málið aftur í nevnd, ið fall við 5 atkvøðum fyri og fimm ímóti, meðan 4 býráðslimir ikki greiddu atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Sigrún Mohr, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal. Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen. Greiddu ikki atkvøðu: Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Jákup Dam.

Jógvan Arge setti síðani fram soljoðandi broytingaruppskot:

Mælt verður býráðnum til at taka undir við, at bygningurin burturav verður upphitaður við sjóvarhita, fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015. Broytingaruppskotið hjá Jógvani Arge fall við 3 atkvøðum fyri og 8 ímóti. 2 býráðslimir greiddu ikki atkvøðu. Fyri atkvøddu: Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen. Greiddu ikki atkvøðu Elin Lindenskov og Sigrún Mohr.

Borgarstjórin setti síðani fram soljóðandi broytingaruppskot:

Mælt verður býráðnum til at taka undir við vinnunevndini við teirri broyting, at spurningurin um endaliga orkuloysn verður lagdur fyri býráðið aftur í seinasta lagi um tveir mánaðir.

Broytingaruppskotið hjá borgarstjóranum varð samtykt við 10 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og 3 býráðslimir greiddu ikki atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Elin Lindenskov, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Sigrún Mohr.

Greiddu ikki atkvøðu: Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

Harleywoodpaint