Tað sær út til, at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum hevur sett kikaran fyri blindað eygað í samband við ferðasamdandi inn í Kalsoynna og í Kalsoynni.
Í morgun klokkan 10 stóðu meira enn 20 bilar eftir tá Sam var farin regluliga rututúrin og manningin helt, at teir fóru at vera noyddir at gera tveir eykatúrar áðrenn næsta túr.
Hóast sami trupulleikin var í fjør, og nógv fundarvirksemi hevur verið ímillum landsstýrismannin í samferðslumálum og kalsoyingar, og við Klaksvíkar Kommunu, so er snøgt sagt onki hent í málinum.
Ein trupulleiki er, at bussurin í Kalsoynni bert koyrir til ávísar túrar hjá Sam, og tað hevur við sær stórt trýst á Sam í samband við flutning av bilum.
Sam hinvegin, liggur tveir hálvar dagar um vikuna og bíðar eftir leigutúrum. Týsdag og hósdag siglir Sam bert hálvan dagin í Kalsoynna.
Tað vísir seg sum um, at hvørki býráðið ella landsstýrismaðurin hava áhuga í ferðasambandinum, tí hóast sum sagt nógv samskifti hevur verið, so er trupulleikin ikki fluttur ein tumma.
Maningin á Sam hevur nógv stríð av at stúva bilar hvønn einasta túr, og skjótt siglir Sam fleiri eykatúrar, enn tað eru túrar á ferðaætlanini.
Hetta er als ikki ein støða, ið kann vera nøktandi fyri fyrisiting Strandferðslunar, Klaksvíkar kommunu ella ikki minst fyri Strandferðsluna.




