Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sam tók bussar framum

Jóhann Lützen

Tey sum høvdu stilla bilarnar í køina kundu bara síggja tveir bussar sleppa framum og síðani fór Sam avstað. Eftir stóðu tvær røðir av nipnum fólkum, ið høvdu lagt ætlanir fyri dagin og sóðu tær fara í vaskið.

Norðlýsið fekk orðið á eitt av ferðafólkunum. Óli Andresen sigur at tey stóð nr. 12 í køini, men knappliga tók Sam tveir bussar framum. Grundgevingin var at teir komu úr Suðuroy og vórðu seinkaðir norð, teir høvdu opinbart leigað Sam.

Myndirnar vísa hvussu bussarnir sleppa framum, Sam fer avstað og fólkini stóðu eftir.

Óli Andresen heldur lítið um hesa uppliving.

– Vanliga ferðaætlanin bleiv enn einaferð skumpað til síðis. Mítt besta boð at loysa trupulleikan er at loysa Henrik Old og stjóran á Strandferðsluni úr starvi, sigur Óli Andresen í viðtalu við Norðlýsið. 

Harleywoodpaint