Í døgunum Mánadagin 4 september til fríggjadagin 15 september eru næmingarnir í 10 á skúlanum á Ziskatrøð í starvsvenjing.
Í døgunum Mánadagin 4 september til fríggjadagin 15 september eru næmingarnir í 10 á skúlanum á Ziskatrøð í starvsvenjing.
Eg eri á Norðlýsinum í starvsvenjing. Har havi eg ímillum annað lagt greinar út á netið, verið og tikið myndir, gjørt ymiskt til blaðið og skrivað greinar.
Sjálv haldi eg at starvsvenjing er sera týdningar mikið. Starvsvenjingin er einaferð um árið í 9 og 10 flokki. Har hevur ein møguleikan fyri at vita nærri um hvat ein vil og til at búna seg innanfyri arbeið.
Eg havi verið og vitja nøkur onnur praktikkpláss og spurt tey hvat tey gera har í sínum starvsplássi.
Eg havi tosað við tríggjar næmingar sum eru í starvsvenjing. Ingrid Johannesen, Sámal Michael Johannesen og Sonja Sólheyg Michaelsen.
Sámal greiðir frá sínari starvsvenjing:
Eg eri í starvsvenjing hjá TTS úti á skarðhamar. Eg valdi mítt starvspláss tí at eg havi hug at møguliga læra til maskinsmið, og eg vildi gjarna vita hvussu tað var at arbeiða sum maskinsmiður. So pápi mín segði at eg burdi farið út á TTS í starvsvenjing, so tað gjørdi eg bara.
Sum sagt eri eg á verksmiðini hjá TTS úti á skarðhamar. Har gera vit mangt og hvat. T.d. hava vit skift leiðini út á einum el-motori, avrætta ein motor umborð á Slættaberg og vit hava bøtt um ymisk smáting. Vit hava eisini arbeitt eitt sindur við nýggja Betesda. Starvsvenjingin er ikki liðug enn, so tað verður sikkurt okkurt spennandi afturat. Eg havi lært meg at sveisa og at brúka ymisk onnur amboð. Menninir ið arbeiða har, eru hjálpsamir, og teir tíma væl at læra frá sær. Teir lova mær at arbeiða sjálvstøðugt, og læra meg summi ting sjálvur.
Spurningur: Er tað mennandi at vera í starvsvenjing? Er praktikk tíðin ov lang ella ov stutt?
Sjálvur haldi eg at tað altíð er mennandi at arbeiða, og prøva okkurt nýtt. Man lærir at handfara ymisk amboð sum ein ikki hevur prøva at arbeitt við fyrr. Og prøva ymsar arbeiðstíðir og annað. Eg haldi at í sær sjálvum er starvsvenjingartíðin nóg lang. Men man kundi eventuelt havt starvsvenjing tvær til tríggjar ferðir um ári, í 9. og 10. flokki. Tí eg haldi, at tá ið man skal út úr skúlanum, so skal ein hava eitt sindir av arbeiðis royndum, og ein skal hava prøva ymisk størv. Tí so veit man betri hvat man ætlar sær í framtíðini. Tí tað er ógvuliga nógv at velja ímillum.




