– Eru vit við í FM kappingini fram til 25. – 26. – 27. umfar, so eru tað marginalar, ið avgera meistaraheitið. Tað sóu vit í fjør, tá tað koppaði til okkum og hvør veit, um tað ikki eisini ger tað í ár, um vit megna at vera við fram til seinastu umførini, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi, í samrøðu við 3-2 sendingina.
Atli Gregersen sigur seg hava lært av søguni og vil tí ikki tosa um, at málið er at vinna føroyameistaraheitið og er tí meira varin. Hann tosar um, at topp 5 kann vera eitt gott mið hjá einum liði, ið hevur grundarlag á 2000 íbúgvar. Men hann sigur eisini, at tað skal vera løgið, um man ikki fer at royna at endurvinna meistaraheitið. Alt innslagið um Víking kann síggjast
HER