Tað er við stórari gleði at vit kunngera Sámal Jákup Djurhuus sum høvuðsvenjara tvey tey næstu árini!
Team Klaksvík og Sámal Jákup Djurhuus hava gjørt 2-ára sáttmála. Sámal Jákup kemur at vera høvuðsvenjari í Team Klaksvík og hava ábyrgdina av Burn hópinum.
Hann er eitt kent andlit í hondbóltinum í Klaksvík, og hansara dygdir eru eisini kendar uttanfyri Klaksvíkina, har HSF í Januar í ár settu hann sum hjálparvenjara hjá Føroyska U18-landsliðnum hjá monnum.
Eisini var Sámal Jákup tilnevndur til ÍtróttarVENJARAN á ársins Ítróttarfagnaði hjá ÍSF.
Nevdin í Team Klaksvík sigur: “Vit eru sera glað fyri at tað er eydnast at fáa Sámal Jákup til høvuðsvenjara. Vit ynsktu eina Føroyska loysn, og vit halda Sámal Jákup passa sera væl inn í okkara framtíðarætlanir í felagnum.”
Hjartaliga vælkomin Sámal Jákup



