Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sámal og Ronny í Spaniastovu

Spaniastova

Leikar í lund presenterar: TÓNABRÚGV 2014: 8. mars kl 21 er konsert við Sámal og Ronny í Spaniastovu.

Leikar í lund presenterar: TÓNABRÚGV 2014: 8.mars kl 21 er konsert við Sámal og Ronny í Spaniastovu.

Sámal og Ronny hava spælt saman síðan síðst í 80’unum.Teir hava eina fjølbroytta skrá mest fólkatónleikur og kontri, men eisini rokk og blues.

Sámal spældi mest í Vágum til hann í 1983 fór til Italia at spæla tónleik úti á gøtuni. Síðani hann koma aftur í 1986 hevur hann verið við á fleiri útgávum, bæði sum munnhørpuspælari og sangari.

Í 2002 gav hann, saman við Jóan Jakku Guttesen, plátuna Vágaverk.

Ronny gav eitt band út saman við Lív í Baianstovu, umleið 1990, men hevur annars verið á eini rúgvu av útgávum, sum trummuspælari, gittarspælari, og ikki minst , sum sangari. Harafturat hevur hann verið framleiðari av fleir útgávum.

Leygarkvøldið 8. Mars kl 21, kunnu vit vænta at teir spæla eina blanding av heimligum og útlendskum tilfari; og helst okkurt nýggjari eisini.

Dyrnar lata upp kl 20. Atg.m. fáast í Leikalund og kunnu bíleggjast á tlf. 457151