Hósdagin tók Sámal Petur í Grund sæti á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann avloysir Kára á Rógvi, sum er í farloyvi í sambandi við PhD ritgerð
Sámal Petur er royndur politikari og hevur fyrr havt sæti á tingi. Eisini hevur hann í tveimum umførum røkt starvið sum landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin, fyrst eitt valskeið sum landstýrismaður í vinnumálum og seinni eitt styttri tíðarskeið sum almanna- og heilsumálaráðharri.
Á løgtingsvalinum 2008 fekk Sámal Petur fjórðflestar atkvøður á lista Sjálvstýrisfloksins, og situr sum annar varamaður.
Nú Sámal Petur í Grund hevur tikið sæti, hava fýra varalimir fingið møguleikan at taka sæti á tingi hetta valskeiðið. Kári Petersen er fyrsti eykamaður og hevur verið inni nakrar ferðir. Eisini Kristina Toftegaard Larsen og Rúna Sivertsen vóru inni eina viku í februar.
Sjálvstýrisflokkin metir tað vera eina styrki, at fleiri røddir innan flokkin eru við til mynda flokkin og seta politisku dagskránna.
Sjálvstýrisflokkurin




