Tað er av alstórum týdningi, nú tað stundar til val, at vit seta okkum spurningin: ” Hvussu húsast vit her í Føroyum?”
Føroyingar hava tikið eina óhugnaliga vend, nú vit dag og dagliga seta samfelagsbólkar uppímóti hvørjum øðrum.
Eg havi eina kenslu av, at vit hava eina arbeiðarafjøld sum følir seg svikna av samfelagnum. Ein fjøld sum hevur verið ein stabilur aktørur í lokalsamfelagnum. Hesi føla seg uttan iva svikin, nú illar tungur vilja leggja fram, at hendan fjøldin er størsta forðing fyri framburði. Okkum tørvar fleiri útbúgvin fólk.
Ja, vit hava avgjørt tørv á útbúnum fólki, men vit hava sanniliga eisini brúk fyri eini væl virkandi arbeiðarafjøld. Hesin bólkur verður ikki tikin uppá tunguna, nú Føroyar gjørdust eitt valdømi. Eg spyrji hví hesin týðandi bólkur, ið søguliga hevur prógva sítt virði, ikki er ein partur av kjakinum.
Fellur orðaskifti á lærarar ella skúlan, føla starvsfólk innan Skúlaverkið seg vera fyri órættvísi. Órættvísi, har vit øll føla ábyrgd av at fáa skil á, fyri at okkara eftirkomarar kunnu fara í skúla við góðum treysti.
Tosa vit um Sjúkrahúsverkið, eri eg sannførdur um at starvsfólki á Sjúkrahúsunum eisini føla seg sum ein kastibløka, bæði hjá politikarum og embætisfólki. Hugstoytt.
Vit kunnu fara longur. Tey sum arbeiða hjá tí almenna eru fyri hørðum ákoyringum. Fyri líkt og ólíkt.
Sjómaðurin og reiðarin, sum eru í sama báti, eru um at missa tolið.
Tí vil eg heita á allar Føroyingar, um at velja eitt samarbeiðsmenniskja sum tekur støði í fíggjarligum realiteti. Sum hevur virðing fyri øðrum enn sínum egna, og setur alt landið í positivt perspektiv
Eitt samarbeiðsmenniskja
www.eydstein.fo
X við lista A




