Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Saman megna vit at skapa eina Føroyar fyri øll

Oliver Joensen

Segði Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, í flaggrøðu síni í dag í Leirvík. Røða hansara kann lesast her:

Góðu áhoyrara. Tað er mær ein stórur heiður og æra at sleppa at halda flaggdagsrøðuna her í heimbygdini Leirvík 2018, og vil eg hervið takka skótunum fyri álitið.

Í ár eru tað 55 ár síðani skótarnir í Leirvík á fyrsta sinni skipaðu fyri flaggdagshaldi her í bygdini, og 99 ár síðani fyrst Merkið bleiv teknað. Fyrsti røðari her í Lerivík var Esmar Fjallstein, sum eftir áheitan frá soninum Martin Fjallstein helt fyrstu røðuna. Flaggdagshaldið var hildið á vendiplássinum, og røðan var hildin av trappusteininum í Jógvastovu.

Seinastu árini hava vit hildið til her við krokketvøllin, og vil eg nýta høvið at takka, vegna allar borgararnar í Eysturkommunu, Jógvan Elias fyri at hava gjørt okkum øllum hesa perluna í Leirvík

Nógvar góðar røður hava verið at hoyrt her, gjøgnum ár og dag. Tað fekk tað meg at hugsa um hvat er umráðandi at taka fram, Flaggdagin.

Hvat er tað sum er umráðandi at vera mintur á og at minnast á?

Hví er Merkið ein so týðandi partur av okkum, at sjálvt tá leirvíkingurin Arni Vatnhamar, sum fyrsti føroyingur stóð á heimsins hægsta tindi, og var deyðanum nær, tá mátti hann líka fáa Merkið fram, so tað kundi ódeyðiliggerast í einari mynd har tað veittraði yvir øllum heiminum?

Hví føla vit at tað verður gjørt okkum órætt, tá Merkið t.d. ikki sleppur at veittra á OL, hóast vit hava luttakarar við?

Hví vinda við Merkið í hálva stong tá jarðarferð er, ella í húnarhátt tá hátíðarløtur eru?

Ella, hví er tað IKKI líka mikið um vit eitt nú veittra við Dannebrog heldur enn Merkinum her á Klettunum?

Svarið man helst finnast í, at vit sum Føroyingar eru Føroyingar og ikki nakað annað fólkaslag. Vit eru uppvaksin ella liva í hesum landi, sum vit eru góð við og sum vit vilja verja. Hvør á sín hátt. Og Merkið er leiðstjørnan og krúnan á verkinum

Onki stað í heiminum er vakrari enn Føroyar ein vakran summar dag, tá sólin skínur oman og niðan, og oyggjarnar eru sveipaðar í hetta vakra grøna teppi. Um vit lurta, so hoyra vit bæði fólk og fæ láta væl nøgd um lívið.

Børn og vaksin hugna sær við spæli í fjøruni og í fjøllum, lið um lið við fuglin og seyðin. Alt angar av lívi.

Og so sanniliga eisini tá sólin setur, og alt himmal hválvið verður lita reytt og ljósið spælir sær um fjøru og fjøll. Og so tí lítlu løtuna, har alt verður kvirt, og fjørðurin blikar, tá sólin aftur lýsir fyri nýggjum degi. Jú sannliga eru Føroyar vakrasta stað á jørð.

Eisini Tá summarið tekur at halla,  tá vit hoyra skurðarnar koma oman móti bygdini, og flytifuglarnar gera seg klárar at fara til heitari lond. At føla tað fyrstu frostina aftur í luftini á heysti, síggja tann óendaliga stjørnuhimmalin aftur. Og Angan av røstum kjøti úr hjallunum.

Og so á vetrartíð. Eg minnist sum smádrongur hvussu hugtakandi tað var at síggja tær vøkru kavaflykrurnar dala niður av himni eitt kalt vetrarkvøld. Eg minnist vit løgdu okkum í kavan, og stardu upp í luftina og føldu flykrurnar bránað á okkara andlitum. Eg minnist serliga hvussu friðaligt alt gjørdist, tá fyrsti kavin legðist um dalar og fjøll. Og aftaná kavaælið, hvussu fantastiskt tað var at liggja í kavanum, og hyggja eftir tí ómetaliga stóra stjørnuhimmalinum, og vera mintur á, hvussu lítil vit í veruleikanum eru, og undrast á, hvussu alt hetta er vorið til.

Men so sannliga eisini tá ódnirnar leika í, og alt havið stendur í einum andaleypi,  minnir tað okkum á, hvussu lítil og hjálparleys vit eru í mun til náttúruna.

Enn berjast vetur og summar, Tá tær fyrstur nálirnar spretta aftur á vár. Ljósið er aftur, hóast kuldin enn kann merkjast í luftini. Tjaldrið er komin heim aftur, og smáfuglarnir hættar sær aftur at syngja sín vakra sang, smálombini eru aftur at síggja, og alt boðar frá vón og einum nýggjum degi.

Soleiðis er lindið hjá okkum føroyingum eisini. Alt frá tí vakra og stilla til tað ógvusliga og buldruta. Vit liva ikki bert saman við náttúruni, men okkara lindi, okkara verumáti og okkara lív eru merkt av okkara náttúru.

Í meira enn 1000 ár hava vit búleikast her á oyggjunum langt úti í Atlanshavinum. Saman við hesi  hørðu, náðileysu, men samstundis tí vøkru og friðsælu nátturuni.

Her hava forfedrar okkara lagt lunnar undir tær Føroyar vit kenna í dag. Ferðin hevur verið long, hóast hon júst er byrjað. Nú liggur tað á okkara herðum at byggja víðari uppá tað, forfedrar okkara byrjaðu, og at gera tað við stoltleika og treysti. Tí í dag eru Føroyar ein serstøk tjóð. Merkið ber boð um tað, óansæð hvat onnur lond siga um okkum ella hvat altjóðaligar rættarreglir siga, ella kanska ikki siga. Vit eru Føroyingar og ikki nakað annað. Merkið ber boð um tað.

Merkið kom ikki dalandi niður av himni, eins og Dannebrog gjørdi Valdemarsdag í 1219. Merkið er mannagjørt, og kvinnur og menn máttur stríðast í áravís fyri at fáa tað viðurkent.

Sum so mangt her á føroya klettunum, so fáa vit onki fyri onki, men mugu stríðast fyri okkara.

Av fosturlandsalski, og við sterkum tjóðskaparkenslum, fóru nakrir ungir menn til verka, og vildu tekna eitt Føroyskt flagg. Ásannandi, at skuldu føroyingar finna ein felags samleika, so var neyðugt við einum eyðkenni, og einum flaggið, ið kundi savna allar føroyingar.

Ein felags samleika sum vit stolt kundu veittra út í víðu verð, og boða frá, at Føroya er ein sertøk tjóð.

Tann politiski fronturin hevur borgað fyri einum baldruttum vetri ta seinastu tíðina. Orðaskiftið hevur mangan verið hart og hvast og føroyingar hava verið tvungnir í ymiskar legur, sum so mangan fyrr.

Tá alt kemur til alt, so vinnur summari altíð á vetrinum. Lýkan á kuldanum.

Tá alt kemur til alt, so savnast vit allir føroyingar hendan dag, við virðing fyri Merkinum og tí sum tað umboðar. Tá alt kemur til alt, so viðurkenna vit í dag, at vit eru øll í sama bátið og vit kunna øll savnast. Høg sum lág, ung sum gomul. Óansæð politiskan lit, ella persónliga sannføring um øll lívsins viðurskifti. Tað er vert at vera mintur á, og tað eru tær Føroyar eg elski, virði og vil arbeiða fyri.

Fyri tveimum árum síðani helt Klæmint Eliasen flaggdagsrøðuna her. Hann fortaldi eina søgu, sum hann plagdi at fortelja teimum óvitandi um Føroyar. Søgan var nakað soleiðis.

Hugsið tykkum at tað situr ein heimleysur uttan fyri Løgtingið, okkara parlament. Hann smellur um við einum hjartatilburði. Boð vera send eftir sjúkrabilinum, sum koyrir henda heimleysa út at Landssjúkrahúsið, har øll tilbúgvingin stendur klár, og viðkomandi fær alla tað hjálp Føroyar kann veita, so eisini hansara lív kann bjargast.

Hugsið tykkum so, at dagin eftir, so smellir Løgmaður um á tingsins røðarar palli við hjartatilburði. Boð vera aftur send eftir sjúkrabilinum, og sami bilur kemur eftir løgmanni, okkara hægsta fólkavalda politikkara, og sama tilbúgving við somu læknum á sama stað taka ímóti løgmanni, sum tóku móti tí heimleysa.

Hendan søgan lýsir sera væl styrkina í okkara samfelag, og mugu vit ansa eftir at vit ikki gloyma, at tá á stendur, so eru vit øll eins, og hava vit øll rætt til somu tænastu her á klettunum.

Eg dugi at ímynda mær, at tá t.d ein arabari hoyrir hesa søguna, so heldur hann tað vera lygn. Men soleiðis eru Føroyar, í hvussu so er enn, og vónandi altíð. Hvør borgari her á klettunum, hevur sama virði millum okkum øllum.Saman standa vit sterk og stinn, og saman megna vit at skapa eina Føroyar fyri øll.

Hetta eru tær Føroyar, eg eri stoltur av. Hetta eru tær Føroyar, eg vil varðveita. Hetta eru tær Føroyar, eg vil berjast fyri. Hetta eru tær Føroyar Merkið veittrar fyri í dag.

Eg vil enda við einum brotið úr yrkingini hjá Gunnari Dahl Olsen, og vil eg samstundis enn eina ferð takka skótunum fyri álitið og hetta tiltak.

Reytt sum blóð og fannahvítt

Og blátt sum havsins bylgja

Verð heilsa Føroya Flaggið frítt

Sum føroyingum skal fylgja

Frá vøggu og til svørtu grøv

Yvir lond og yvir høv

Takk fyri

.

 

 

Harleywoodpaint