Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Saman um Fjørðin

Jóhann Lützen

Leygardagin 6 juni, verður bjóðað til tiltakið ”Saman Um Fjørðin”

 

Tiltakið verður á Heiðavegnum í Saltangará, við fyrrverandi býráðshúsið og Maskinhandilin. 

Tað eru kristnar samkomur og felagsskapir við Skálafjørðin, sum standa saman um hetta. 

Tiltakið byrjar kl 13 og endar kl. 17. 

Á økinum verður tjald, har bjóðað verður til stórt kaffi og køkuborð. Til børnini verða hoppiborgir, barnatiltak, barnakór og okkurt drekkandi. 

Pallur og ljóð frá Steingrund Akustik verða sett upp, og har verður sangur og tónleikur við ymiskari luttøku, m.a. Bill Justinussen, Petur Hans Hansen, Kafébólkurin, Eyðun Jacobsen, Barnakór, o.fl. 

Tiltakið endar við eini ”Syngið Við” løtu. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til hetta tiltakið.

 

Skráin:

Kl. 13.00  Vælkomin

Kl. 13.15   Eyðun Jacobsen og Zamar

Kl. 14.00  Bill Justinussen

Kl. 14.45  Barnatiltak – Barnakór

Kl. 15.30  Petur Hans Hansen

Kl.  16.15 Syngi við 

Kl.  17.00 Liðugt