Norðlýsið hevur eina áhugaverda samanberandi grein um nýggju tilboðini hjá Eik og BN, har niðurstøðan er, at \”Tað er bíligast at vera kundi í Eik\”. Greinin vísur til ein serfrøðing, ið hevur gjørt hesa niðurstøðuna.
Norðlýsið hevur eina áhugaverda samanberandi grein um nýggju tilboðini hjá Eik og BN, har niðurstøðan er, at “Tað er bíligast at vera kundi í Eik”. Greinin vísur til ein serfrøðing, ið hevur gjørt hesa niðurstøðuna.
Serfrøðingurin man hava misskilt eitthvørt, tí verandi tilboð hjá Eik er ikki bíligari enn tað hjá BankNordik. Lægstu bústaðarlánirentu landsins á 3,95% bjóðar BankNordik til fígging av fyrstu 80% av bústaðarvirðinum. Og tá næstbesta tilboðið á marknaðinum er 4,00% í rentu á teimum fyrstu 60% og 4,75% fyri 60-80% av ognini gerst rentufyrimunurin eyðsýndur. Umframt ítøkiligu rentufyrimunirnar geva vit viðskiftafólkum, ið savnað sínar fíggjartænastur í bankanum, fleiri aðrar fyrimunir, eitt nú ókeypis altjóða gjaldskort. Harumframt fáa viðskiftafólk í fyrimunskipan bankans eina rentu á lønarkontu, sum kundar aðrastaðni onga rentu fáa á.
Misskiljingin hjá serfrøðinginum byggir helst á, at aðrir miðlar hava borið boðskapin, at bankin setir høg krøv til viðskiftafólkini fyri at gerast partur av fyrimunaskipanini í bankanum. Í teimum førunum eru nevnd skaðatryggingar og eftirlønartænastur. Men tað er ikki eitt krav, at viðskiftafólk hevur skaðatrygging ella eftirlønarskipan í bankanum fyri at luttaka í fyrimunaskipanini og fáa landsins lægstu bústaðarlánirentu. Tey allarflestu føroysku húskini brúka fíggjarstovnar so mikið nógv, at tey kunnu vera við í bankans fyrimunaskipan við at savnað tænastur í BankNordik. Talan kann eitt nú vera um vanligt innlán, barnauppsparing, billán, virðisbrævagoymslu ella nýtslulán. Fyri at luttaka í fyrimunaskipanini skal viðskiftafólki í minsta lagi brúka tríggjar tænastur í bankanum. Vit hava tilvitað sett gáttina lágt, tí vit vilja kappast um at veita bestu tænastuna til viðskiftafólkini.
| Vinarliga |
| Johnny í Grótinum |
| Treasury & Investor Relations |
| Financial Department |




