Á seinasta býráðsfundi samtykti eitt einmælt býráð, at ganga umsóknini frá Húsa/Syðradals kommunu á møti, og samtykkja samanleggingarsáttmálan.
At ein kommuna velur, at geva valdi til eina aðra kommunu, er djarvt og helst eisini væl umhugsað. At tilgongdin hevur verið so fólkslig og jalig er avbera gott, og ber brá av at tíðin er búgvin.
Klaksvíkar kommuna hevur veruliga spent seg út seinast árini, tá tað snýr seg um tilboð innan mentan, ítrótt og frítíð. Vit hava eina væl sera vitjaða og væl virkandi svimjihøll. Tvær ítróttarhallir sum hava tilboð av alskyns slagi innan ítrótt. Vit hava ein fótbóltsvøll, sum man hava sum fáur, merkt fótatraðk fyri seg.
Av mentanarligum perlum kunnu m.a. nevnast Spaniastova, Seglhúsið, Jacqson og Café Fríða, ið so avgjørt eru eina vitjan verd. Her fært tú bæði andaliga uppliving og kropsliga mettu.
Fjølbroytni ríkar okkum almikið. Vit verða so innantóm við einleika. Tí er tað so spennandi við hesi kommunusamanlegging, sum fer at knýta okkum sum borgarar enn tættari saman. Bæði bygdamaðurin og tannáringurin hava somu tilboð í býnum. Somu tilboð, men ymiskt áhugamál. Hetta bara litar okkum tilveruna.
Um Húsa/Syðradals kommuna er klár til samanlegging, so eru vit í Klaksvíkar kommuna sanniliga klár, at taka ímóti tykkum. Tit skulu vera hjartaliga vælkomin, at gerast ein partur av okkara frálíku kommunu. Og saman við hinum borgarunum í býnum, at njóta gott av øllum teimum tilboðum og hentleikum, sum kommunan bjóðar. Til gagns og sóma fyri hvønn annan og okkum øll. Samanhald og fjølbroytni ger okkum bara sterkari.
Vælkomin Húsa/Syðradals kommuna!
Signhild V. Johannesen, býráðslimur.




