Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samanlegging av skúlunum

John William Joensen

Í hesum døgum tosa norðingar nógv um fasta sambandið um Lorvíksfjørð.

Nógv verður tosað um, hvussu vit kunnu fyrireika okkum til tær nýggju umstøðurnar, ið vera við undirsjóvartunlinum.
Eitt tað fyrsta, ið vit mugu endurskoða er, hvussu vit fáa skúlarnar saman aftur til ein skúla. Síðani 1979 hava vit havt tveir skúlar, hetta hevur ikki gjørt skúlarnar betri, heldur tvørturímóti.
Í staðin fyri at hava ein fullriggaðan skúla, hava kommunan og myndugleikarnir heldur valt at hava tveir skúlar, ið als ikki hava møguleikar fyri at skipa undirvísingina sambært nýggju fólkaskúlalógini.
Skúlin á Ziskatrøð hevur verið eitt byggipláss, tey árini eg havi starvast á skúlanum, og áðrenn málið er rokkið, hevur kommunan ætlanir um at gera Skúlan við Ósánna eisini til eitt byggipláss.
Hvat við at gjørt annan skúlan lidnan fyrst?

Samanlegging
Í løtuni hevur kommunan ein gyltan møguleika at arbeiða við skúlasamanlegging, ið tænir øllum skúlaverkinum í Norðoyggjum. Kommunan eigur at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum, soleiðis at vit fáa ein skúla, har lærarar og næmingar trívast.
Arbeiðsbólkurin kann koma við einum uppskoti um, hvussu skúlin skal skipast. Eisini kunnu uppskot koma frá bólkinum um, hvussu bygnaðurin skal vera, har er íroknað bygningar, skúlagarðurin v.m.

Vallærugreinir
Ein av størstu fyrimununum við samanlegging eru vællærugreinarnar. Í dag verður sjálvdan skipað fyri undirvísing í handaligu lærugreinunum, tí ov fáir næmingar velja tær ymsu lærugreinarnar, við samanlegging hevði hesin trupulleikin verið loystur.

Serhølini
Samanlegging fer eisini at spara kommununi og skattgjaldarunum pening, tí ikki er neyðugt við serhølum í báðum núverandi bygningum. Skúlin á Ziskatrøð hevur t.d. júst fingið nýggja alis- og evnafrøðisstovu, tískil er óneyðugt at fara undir at gera eina við Ósánna, ið eisini kann enda sum tann á Ziskatrrøð, uttan útgerð, tí peningur ikki er tøkur.

Útgerð og bøkur
Omanfyri er nevnt, at alis- og evnafrøðisstovan stendur tóm, tí ongin peningur er tøkur til útgerð. Við samanlegging hevur bæði leiðsla, kommuna og lærarar lættari við at samskipa, hvat tilfar skal til, tí ikki er neyðugt við dupult innkeypi.

Endi
Tað er av alstórum týdningi, at málið um samanlegging av skúlum verður viðgjørt nú og at kommunan gongur á odda at fáa skúlan í Klaksvík at virka betur.
Skúlasamanlegging er ein náttúrligur partur í dag, tí størri eindirnar eru, betur verður úrslitið.
Vit síggja í dag, at kommunurnar finna saman í størri eindir fyri at standa seg betur, lat hetta eisini gerast veruleiki fyri Klaksvíkar Skúlaverk.

Petur Hans Joensen
Lærari, Skúlin á Ziskatrøð

Harleywoodpaint