Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um Suðuroynna, og sigast kann, at suðuroyingar rættuliga hava verið undir sjóneyku seinastu tíðina.
Vit vita øll væl, at tað ivaleyst hevði verið tað besta peningaliga, um vit allir føroyingar búðu í einum háhúsum í Havn, í hvussu so er tá ið um útreiðslur ræður, men er tað nakað líknandi vit ynskja?
Um ikki, so mugu vit húsast soleiðis, at tað í minsta lagið verður áhugavert hjá unga fólkinum at seta seg í búgv á størri økinum uttanfyri høvuðsstaðin, og tað gerst valla uttanso at fólk hava arbeiði at fara upp til um morgnarnar og at eitt ávíst minstamark er fyri sosialari samveru í nærumhvørvinum.
Tað verður eisini mett, at umráðandi er at eitt lokalsamfelag er samansett av ymiskligum fólki, soleiðis at skilja, at ikki øll vinna til dagsins uppihald á sama arbeiðisplássi.
Nú um dagarnar lovprísa vit marknarkreftunum og flestu halda, at tá ið um vinnulívið ræður, so skulu marknaðarkreftirnar ráða.
Harfyri er ikki sagt, at tað almenna ikki kann fara inn og skapa fortreytir fyri vinnuni og tað síggja vit nógvastaðni, eitt nú hevur ES økismenningargrunnar, har søkt kann vera um stuðul til ymiskar aktivitetir. Hetta er vælsagtans eisini nakað, ið vit eiga at umhugsa tá ið um størru økini uttanfyri høvuðsstaðin ræður, tí tað er ein sannroynd at peningarenslið og inntøkumøguleikarnir hjá fólki í høvuðsstaðarøkinum er nógv skjótari og hægri har.
Ein møguleiki er at leggja almennar stovnar út á økini. Strandferðslan hevur verið nevnd. Um tað hevur borið til at reka Másan, Barsskor, Ternuna, Dúgvuna, Sam og aðrar ferjur sum sigla í útjaðaraøkjunum úr Havnini, so átti tað líkaso væl bori til at rikið høvuðsskrivstovuna hjá Strandferðsluni í Suðuroynni.
Ferjan um Vestmannasund er givin og um skamma stund heldur Lorvíkssiglingin eisini uppat. Tá so nýggi Smyril kemur í sigling, verður høvuðsferðsluæðrin hjá Strandferðsluni júst til Suðuroygar og Sandoyar og tá var líkatil at almenna umsitingin av hesum rutum lá í Suðuroynni.
Tá Heilsuskúlin á sinni varð lagdur á Tvøroyri vóru tey mong norðanfjørðs, ið settu føtur í spenni tí tað skuldi ikki bera til at hesin skúlin ikki eisini skuldi liggja við meginøkið.
Skúlin hevur virka væl og ídag taka næstan øll tað sum eina sjálvfylgju, at skal ein á Heilsuskúla, so skal ein til Suðuroyar.
Vit áttu at gingið longur á hasi leiðini og flutt enn fleiri stovnar til Suðuroyar.
Tað verður ikki sum at siga tað, framhaldandi at hava arbeiðið til fólkið á teim smæstu oyggjunum í Føroyum, men vit mugu í øllum førum gera tað sum stendur í okkara makt, at varðveita stóru økini uttanfyri høvuðsstaðin og harvið tryggjað at eftirkomarar okkara framhaldandi koma at búgva í einum fjøltáttaðum og áhugaverdum samfelag.




