Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sambært lógini lýkur Sandoyarøkið kravið um menningarkvotu

Jóhann Lützen

– Eg ivist ikki í at onkur umsókn úr Sandoynni vinnur frama hjá tilmælandi nevndini, og hjá landsstýrismanninum, skrivar Páll á Reynvatúgvu á sínum facebook vanga

Nógv umtalaðu menningarkvoturnar verða útlutaðar fyrsta dagin. Løgtingsformaðurin hevur gjørt viðmerkingar til menningarkvoturnar á sínum facebook vanga.

Hann skrivar:

Sambært lógini lýkur Sandoyarøkið kravið um menningarkvotu. Eg ivist ikki í at onkur umsókn úr Sandoynni vinnur frama hjá tilmælandi nevndini, og hjá landsstýrismanninum. Borgarstjórin á Sandi við sínum vassi um mutur og annað, hjálpir ikki økinum, men eg gangi avgjørt út frá at betri dagar eru fyri framman hjá fiskivinnuni í Sandoynni. Livst so spyrst!