Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandi og Fólkaflokkurin stuðla framvegis borgarstjóranum

John William Joensen

Arbeiðslagið í ”breiða politiska samstarvinum” í Tórshavnar Kommunu hevur verið alt annað enn gott og í gjárkvøldið slitnaði hetta samstarvið endaligt.

Arbeiðslagið í ”breiða politiska samstarvinum” í Tórshavnar Kommunu hevur verið alt annað enn gott og í gjárkvøldið slitnaði hetta samstarvið endaligt.

Tjóðveldi hevur frá fyrsta degi havt sína iva um hetta breiða samstarv, men valdi at geva tí ein tjans eftir seinasta val. Síðani hava vit javnan staðfest, at arbeiðslagið hevur ikki verið nóg gott, skriva tey trí tjóðveldisumboðini í fráboðan kl 1. Í nátt.

Tað er greitt, at eitt slíkt breitt samstarv, har allar røddir í einum fólkavaldum forum eru í sama potti, darvar opinleikanum og orðaskiftinum í almenna rúminum um átrokandi og týðandi politiskar spurningar, skrivar Tjóðveldi og gevur harvið mønustingin til ímyndina at politiska arbeiði í Tórshavnar Kommunu hevur verið semjusøkjandi sum almenningurin annars við dagligum tíðindaskrivum hevur fingið fatan av.

Kl. 19 í gjárkvøldi tveitti borgarstjórin, fólkaflokkurin og sambandi annars býráðslim hjá Tjóðveldi úr samgonguni:

Umboðini hjá Javnarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð hava í dag boðað Marini Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi frá, at tey hava mist álitið á henni sum politiskur samstarvspartur.

Ákærur um magtmisnýtslu

Fyrr í gjár skrivaði Marin Katrina Frýdal at …. Eg veit, at eg ikki eri tann einasti í býráðnum, sum finst at diktatoriska framferðarháttinum hjá borgarstjóranum, men tíverri aftra aðrir býráðslimir seg við at standa fram. Vit vita øll, at revsingin frá Heðini Mortensen yvir tey, sum ditta sær at tosa honum ímóti, er gróthørð. Hana havi eg kent á egnan kropp fleiri ferðir og fái hana aftur at føla, tá hesar reglur eru komnar á prent, men tað ræðir meg ikki og fær meg ikki at tiga.

Sum skilst var tað mál um eykajáttan til bygging av Tórsvølli sum fekk bikari at flóta yvir.