Yvirlýsing: Landsfundur Sambandsfloksins tekur fult undir við tí politikki, ið hendan samgongan hevur sett sær fyri at reka.
Fundurin tekur undir við, at niðanfyrinevndu mál verða raðfest og skulu røkkast í hesum valskeiði :
JÁTTANARSKIPAN
Strukturella hallið skal burtur. Broytingar verða gjørdar við eini nýggjari játtanarskipan.
FÍGGJARLÓG
Í mai mánað vita øll aðalráðini hvat tey hava at brúka í 2010. Talan er um nýggjan máta at gera figgjarlóg uppá.
NÝGGJ KOMMUNULÓG
Vit fáa eina heilt øðrvísi kommunuskipan við útjavning og blokki, tvs. at pengar koma at fylgja við málum, sum kommunurnar taka sær av.
EFTIRLØNARSKIPAN
Vit skulu hava eina nýggja eftirlønarskipan, ið byggir á tríggjar súlur: fólkapensión, arbeiðsmarknaðareftirlønarskipan og so privata uppsparing, sum gevur skattligar fyrimunir.
UMHVØRVISÆTLAN
Á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember í ár skulu vit hava uppskot um eina umhvørvisætlan.
BJÁLVINGARSTUÐUL
100 mió kr. verða fluttar úr Húsalánsgrunninum til bjálvingarstuðul hjá eldri fólki, sum eisini fer á fáa stuðul til at skifta óljufýrið. Hetta fyri at spara orku, sum kemur tí einstaka húsarhaldinum og nátturuni til góðar, og fyri at stuðla byggivinnuni.
EVROPAPOLITIKKUR
Serfrøðingabólkur er farin til verka at útgreinað, hvussu vit koma tættari ES. Arbeiðið verður liðugt til heystar, og útfrá tí úrslitinum skal samgongan taka politiska støðu.
GRANSKING OG VØKSTUR
Arbeitt verður við størri samskipan av útvaldum almennum grunnum, soleiðis at teir í størri mun kunnu brúkast til strategiska gransking og menning
TILFEINGIÐ Í HAVINUM
Visiónir Sambandsfloksins fyri okkara fiskiríkidømi eru, at tað skal virðisøkjast her á landi , soleiðis at óneyðugt er hjá okkara kappingarneytum at virðisøkja vøruna, áðrenn hon kemur til endaliga brúkaran.




