Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin fundast um Skálafjarðartunilin

John William Joensen

Fríggjakvøldið var fundur á Svangaskarði har tingmanning, landsstýrisfólk og umboð fyri lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum fingu innlit í arbeiði sum hevur verði gjørt síðan tunnilsbólkur fór til verka í 2002.

Myndir: Jákup Alfredsson Olsen

Við á fundinum vóru umboð fyri felagið sum arbeiddi við upprunaligu privatu verkætlanini. Eftir at hava fingið eina afturlítandi frágreiðing har grundgivið var fyri nógvar spurningar so sum linjuføringar o.a., greiddi løgmaður frá politiska arbeiðinum sum nú verður gjørt í serliga tunnilsbólkinum har allir politiskir flokkar eru umboðaðir.

Løgmaður var jaligur um útlitini til eina politiska semju um hesa stóru verkætlan sum umfatar baði Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin og var síðani kjakast um ymiskar spurningar í samband við stóru verkætlanina.