Bjørn Kalsø, framsøgumaður í fiskivinnumálum, boðaði fyri løtu síðan frá at sambandsflokkurin kom við fleiri broytingar uppskotum, til uppskotið hjá samgonguni. Bjørn Kalsø nevndi í framsøgu síni eina røð av broytingum, og hann legði dent á at hóast tað var trupult at fáa uppskotið hjá samgonguni á beint aftur, var tað vert eina roynd.
Millum broytingar uppskotinin hjá Sambandsflokkinum nevnd Bjørn Kalsø at føroyskir træbátar kunnu fiskað frítt og avfreiða til virkir.
Bjarn Hammer rósti Bjørn Kalsø fyri at hava roynt at funnið semju. Bjørt Samuelsen dámdi sera væl uppskotið um at loyva føroyskum træbátum at fiskað frítt og avreiða.
Sum skilst eru tað fleiri sum hava hug at taka ímóti innbjóðingini frá Sambandsflokkinum.


