Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sambandsflokkurin stillar upp til Klaksvíkar Býráð

Oliver Joensen

Norðlýsið frættir, at Norðoya Sambandsfelag hevur havt 1. uppstillingarfund til komandi býráðsvøl. Umframt Karl Haldurson Johansen, býráðsformann, ið hevur kunngjørt at hann stillar upp aftur til komandi væl, eru fleiri møgulig vælevni komin á listan, bæði kvinnur og menn. Flokkurin boðar frá, at 2. og møguligi 3. uppstillingarfundurin hjá Norðoya Sambandsfelag verður á Hotel Klaksvík mánadagin 23. september klokkan 19.00.