Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sambandsflokkurin yvirhálar Javnaðarflokkin

Jóhann Lützen

Í nýggjari veljarakanning, ið spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, standa teir báðir føroysku samríkisflokkarnir til at endurvinna sessirnar. Tjóðveldi og Framsókn standa í stað, meðan Fólkaflokkurin hevur eina stóra afturgongd, nú einans 6 dagar eru eftir til valið.

Onki er nýtt undir sólini, tá ið tað kemur til umboðanina hjá Føroyum á Fólkatingi sambært nýggjastu veljarakanningini. Sambandsflokkurin var størstur til seinasta fólkatingsval, og er aftur størstur í hesi kanningini, nú valið nærkast í stórum. Tað, sum hinvegin er nýtt, er at Sambandsflokkurin aftur er størstur, eftir at hava spælt 2. violin aftanfyri Javnaðarflokkin í longri tíð og í flestøllum (fyri ikki at siga øllum) kanningum. Eisini leypir stóra afturgongdin til Fólkaflokkin í eyguni.

Í stuttum sigur kanningin, at Fólkaflokkurin fær 16,7% av atkvøðunum, ið er ein afturgongd uppá heili 7,1 prosentstig síðani seinasta fólkatingsval. Sambandsflokkurin fær 29,9% og ein tingsess, og tað er ein framgongd uppá 1,5 prosentstig. Javnaðarflokkurin fær 27,3%, ið er ein framgongd upp á 1,7 prosentstig, og harvið fær Javnaðarflokkurin seinna mandatið. Sjálvstýri stillar ikki upp til fólkatingsval hesaferð, og tað merkir, at 335 atkvøður ganga leysar til hetta valið.

Tjóðveldi stendur at kalla í stað. Flokkurin fær 18,7%, ið bert er ein framgongd upp á 0,1%-stig. Framsókn fær eisini eina lítla framgongd, ið er upp á 0,7 prosentstig, ið ger, at flokkurin lendir á 3,2% av atkvøðunum. Miðflokkurin fær 4,2%; hann stillaði ikki upp seinast, men samanborið við valið í 2015 er tað ein framgongd upp á 1,6 prosentstig.