Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambúgvarnir á Heygnum Íðka nú KLD-Body

John William Joensen

Fyri trimum vikum síðani byrjaðu vit at geva íbúgvunum her møguleikan fyri at venja KLD-Body, og tað hava tey tikið rættuliga væl ímóti, sigur Valborg Josephsen, leiðari á Sambýlinum á Heygnum.

Til at taka sær av fimleikatímunum, hava vit fingið Ann-Lis Dam Petersen at koma á Sambýlið tvær ferðir um vikuna. Ann-Lis arbeiðir vanliga á Vesturskyn á Toftum, har hon stendur fyri aktiveringini av íbúgvunum har.

Sambýlið á Heygnum er eitt heim, og tí hava vit ikki starvsfólk at taka sær av aktiveringini av búfólkunum. Skipanin sum vit nú eru farin í holt við, gongur út uppá, at Ann-Lis kemur higar tvær ferðir um vikuna, har hon íðkar saman við búfólkunum í ein tíma hvørja ferð.

Sigast má, at búfólkini hava tikið sera væl ímóti hesum tilboði, og sita sum regul spent í bíða til Ann-Lis kemur.
Hetta er ein venjingarháttur, sum øll kunnu vera við í, líkamikið hvønn kropsligan førleika ein hevur, og tí hevur hetta bara verið stuttligt og mennandi hjá búfólkunum, ið annars ikki hava so stórar møguleikar fyri at vera serliga aktiv.

Longu nú eru vit starvsfólk ovfarin av, hvussu nógv KLD-Body venjingin hevur mennt summi av búfólkunum, og harafturat hevur løtan verið so mikið undirhaldandi, at øll hava vilja luttikið, sjálvt um hetta als ikki er nakað krav, sigur Valborg Josephsen at enda við Norðlýsið.