Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambýlið við Blikagøtu í Runavík latið upp

Helgi Abrahamsen

Í dag var móttøka í Sambýlinum við Blikagøtu í Runavík, sum nú er klárt at flyta inn í.

Í dag var móttøka í Sambýlinum við Blikagøtu í Runavík, sum nú er klárt at flyta inn í. Í sambýlinum eru 12 íbúðir til fólk við menningartarni og rørslutarni, og harumframt eru felagsøki í húsinum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri hildu røðu og eisini sungu Elin Løkin, Kristina Bærentsen og Hallur Joensen.

Vit vísa her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum í Runavík, og í komandi útgávu av Norðlýsinum fara vit at hava samrøðu við eitt av búfólkunum.