Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambýlið við Ranggil í Lorvík tikið í nýtslu

Oliver Joensen

Kl 14 ídag, var mótttøka í Lorvík, í samband við at nýggja sambýlið í bygdini varð tikið í nýtslu.

Tað var ein fegin borgarstjóri, Sjúrður Eliasen, ið vit hittu á máli í Sambýlinum við Ranggil. Sjúrður Eliasen, borgarstjóri segði okkum, at sambýlið er ætlað til 9 fastbúgvandi og harumframt er eitt rúm til fólk, ið koma inn á sambýlið í styttri tíð til umlættingar.
Hetta hevur verið eitt ódnartak hjá kommununi, sigur Sjúrður Eliasen víðari. Enn er kostnaðurin fyri sambýlið ikki endaliga uppgjørdur, men kostnaðurin kemur helst at liggja um einar 9 milliónir krónur, tá so hugsað verður um, at fíggjarætlanin hjá kommununi er umleið 20 milj. so er eyðsæð at hetta hevur verið eitt stórt tak hjá okkum. Men vit hava ikki tikið lán fyri at byggja sambýlið. Kommunan hevur fíggja sambýlið yvir raksturin hesa tíðina tað hevur staðið í ger.
Fyrr hava eldri fólk í Lorvík, sum hava havt ansingarpláss fyri neyðini, verið send aðrastaðni av bygdini, men tað hevur verið sera umráðandi fyri kommununa at vit skuldu bera so í bandi, at tey eldru kundu vera í heimbygdini og tað hava vit nátt við hesum nýggja sambýlinum.
Meira í Norðlýsinum fríggjadagin.