Á tingfundinum hósdagin fer løgtingið at atkvøða um uppskotið hjá Joen Magnus Rasmussen, fyrrverandi løgtingsmanni, um at taka til eftirtektar kanningina av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum. Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum, og tí er longu nú greitt, at uppskotið verður samtykt.
Tað var í mai 2014, at løgtingið gjørdi av at seta eina sonevnda ”Grein 19 nevnd” at kanna virksemið hjá Eik Grunninum og eftirlitinum við grunninum. Nevndin fór til verka beinan vegin og arbeiðið var liðugt eftir at løgtingsval var útskrivað í heyst.
Í niðurstøðu síni vísti nevndin á fleiri veikleikar í lógarverkinum og kom í hesum sambandi við einum tilmæli um lógarbroytingar. Eisini mælti nevndi løgtinginum til millum annað at lóggávan um sparikassagrunnar verður gjørd greiðari og at sparikassagrunnar koma undir meira útgreinað eftirlit, og møguliga eisini undir somu høvuðslóggávu sum bankarnir eru undir.
Formaðurin gjørdi skjótt av
Joen Magnus Rasmussen var formaður í Grein 19 nevndini, men hvørki hann ella nakar av hinum nevndarlimunum eru í løgtinginum nú. Men tá hann í oktober hevði sætið á tingi í styttri tíðarskeið, gjørdi hann skjótt av og legði uppskotið fram, um at Løgtingið skal taka frágreiðingina til eftirtektar og heita á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot sum forða fyri, at vit endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin.
Hetta er bara aðru ferð síðani Føroyar fingu verandi stýrisskipanarlóg, at løgtingið hevur sett eina Grein 19 nevnd at kanna eitt mál.




