Jógvan Martin Olsen og Eliesar Olsen eru samdir um, hvørji 4 lið fara at stríðast í toppinum í ár.
Í sendingini ”Pulsurin” hjá KVF í dag bleiv tosað við B68 venjaran Jógvan Martin Olsen og Skála venjaran Eliesar Olsen. Báðir blivu teir spurdir um, hvørji lið fara at kappast í toppstríðnum í ár.
– HB er favorittur eins og vanligt. KÍ hevur fingið markantan styrk og eigur at verða har, og so eru tað Víkingur og EB/Streymur, sum eg eisini vænti koma at liggja í topp 4, sigur Jógvan Martin Olsen, sum eisini vísti á, at lið yvirraska hvørt ár.
– HB er favorittur og so kemur EB/Streymur, sum hevur styrkt seg væl. Afturat teimum báðum havi eg antin Víking ella KÍ, segði Eliesar Olsen í sendingini ”Pulsurin” seinnapartin.




