“Same procedure as every year” kundi ein kanska speiksliga hugsa, nú A-landsliði er úttikin.
Håkan Ericson, høvðusvenjari og Eli Hentze, hjálparvenjari hava í morgun úttikið A-landsliði, sum skal leika 4 dystir í Nations League í juni mánað. Tveir á heimavølli og tveir á útivølli. Byrja verður á útivølli ímóti Turkalandi tann 4. juni.
Um hugt verður eftur listanum av nøvnum sæst beinanvegin, at nógv nøvn ganga aftur, sum venjarnir hava úttkið. Hóast nógvir av leikarinum antin ikki eru í form, ikki hava verið fastir mans í byrjunaruppstillingini í ár ella skaddir, so eru teir á listanum sum vant.
Toppliðini – KÍ og Víkingur, sum hava verið í einum flokki fyri seg í ár, og sum leiktu ein sera undurhaldandi dyst í gjár, hava ikki so nógvar mans úttiknar, sum ein kundu hugsa sær var uppiborið.
Serliga nøvn sum Bárður J. Hansen, sum hevur verið í serflokki er ikki á listanum; saman við toppskjúttin í Betri Deildini Páll Klettskarð; og fyrrvernadi KÍ málmaðurin Kristian Joensen, sum hevur verið tað besti føroyski málverji í kappingini í ár, er heldur ikki á listanum hesu ferð. Og fleiri við teimum. Nevnast kunnu m.m. Jóannes Kalsø Danielsen, sum akkurát er fluttur upp í 1. Division í Danmark og Kaj Leo Í Bartalsstovu, sum hevur bæði skora mál og lagt upp til mál í íslendsku bestu deildini.
Havnaliðini eiga aftur hesuferð fleir mans í hópinum, hóast tað hevur gingið av skriðini til hjá báðum liðinum í ár. HB hevur verið eitt vónbrot og leikliga hava teir ikki livað upp til sítt støðið. Og so seint sum í gjár tapti B36 ímóti botnliðinum AB. Her vóru ivasom avrik at hóma. So hvat landsliðsvenjarnir byggir sína úttøku á, kundi verið spennandi at frætt nærri um. Tað er allarhelt ikki dagsformurin hjá teimum einstøku leikarunum hann og Eli hyggja eftir.
Eisini sæst at útisetar, sum leika í 2. og 3. deildum uttanlands, sum kanska ikki hava leikt nakað serliga nógv og ikki hava rættuligar ambitiónir, fáa pláss í millum teir 23.
Ein kundi freistast at spurt, hví landsliðsvenjarnir fara runt at hyggja eftir dystum í Føroyum, (og uttanlands?) tá teir somu verða úttiknir so at siga hvørja ferð. Er tað mangul uppá betri ella hava venjarnir ikki áhuga, at geva øðrum leikarum, ungum sum eldri, møguleikan?



