Samfelagsfrøðingar í Føroyum fáa nú sítt egna áhugafelag. Felagið telur longu um 30 limir.
Samfelagsfrøðingar í Føroyum fáa nú sítt egna áhugafelag. Felagið telur longu um 30 limir.
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina frá samfelagsvísindaligum arbeiði og gransking, sigur forkvinnan, Erika Anne Hayfield.
Felagið skal vera ein vitanarpallur, sum stimbrar fakliga kjakið millum limirnar. Felagið arbeiðir nú við at skipa fyri viðkomandi fyrilestrum og tiltøkum fyri ávíkavist limir og almenningin.
Eisini arbeiðir felagið við at menna eina heimasíðu, sum skal vísa eitt yvirlit yvir føroyskar samfelagsfrøðingar, teirra førleikar og serøki. Eitt av endamálunum við síðuni er at gera tað lættari hjá fjølmiðlum at finna serfrøðingar til aktuell mál.ððm seg við Eriku Anne Hayfield sum forkvinnu.
Felagið er fyri tey, sum hava lokið kandidat-, master- og PhD innan samfelagsvísindi. Lesandi undir hægri útbúgving innan samfelagsvísindi kunnu fáa atlimaskap.
Heitið á felagnum er SamFelagið, og formliga heitið er Samfelagsvísindafelag Føroya.
Í nevndini sita Erika Anne Hayfield, Gestur Hovgaard, Kári Holm Johannesen, Súsanna Holm og Karin Johanna L. Knudsen. Nevndin hevur skipað seg við Eriku Anne Hayfield sum forkvinnu.




