Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samfelagsábyrgdin og samfelagssinnið

John William Joensen

Í vikuni mundu helst fleiri ogvast við, tá eitt av høvuðsstaðarbløðunum vit stórari yvirskrift á forsíðuni kunngjørdi at okkara kæra sjúkrahús livdi av olmussu.

Fyri ein sum meg, ið júst var komin av sama sjúkrahúsið var yvirskriftin ein sonn bumba, men sjálvandi sissaðist eg, tá eg fann útav at talan var um eina gávu frá Sparikassanum og Klaksvíkar Arbeiðismannafelag, sum samanflættað við eini politiskari grein, skrivað av einum lækna, ið letur seg stilla upp til hetta valið, ið hevði fingið blaðið til at vent upp og niður uppá tað, vit sum blaðfólk vóru kunnað um á lítlari móttøku á Sjúkrahúsinum.
Klaksvíkar Sjúkrahús, har Røktarheimið eisini hoyrir undir, ræður yvir eini fíggjarætlan uppá útivið 75 milliónir, so tað skal góður fantasiður til at fáa orðið olmussu burturúr eini gávu til sama sjúkrahús uppá 150.000 krónur.

Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, so kemur tað meira enn so fyri at okkara sjúkrahús fær privatar gávur, ið muna og gagna arbeiðinum á sjúkrahúsinum. Men spurningurin er kanska um vit eru nóg røsk til at hugsa í hasum banunum.

Mangan er tað helst soleiðis, at vit halda at vit sjálvi gera ov lítlan mun tá ið um almennar tænastur ræður, og tí lata vit kanska ov nógv myndugleikarnar einsmallar berjast við trupulleikar á almennu tænastuøkjunum og gera ov lítið fyri við egnum miðlum at hjálpa til.

Taka vit dømið við stórskíggjunum, ið nú príða hvørja einastu sjúkrastovu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so kemst ikki uttanum, at hetta hjálpir væl sjúklingum, ið eru bundnir at eini song har, at stytta sær um stundir.

Tað er í roynd og veru ikki so løgið, at sjúkrahúsið fyrst og fremst brúkar játtaðan pening til at geva eina enn betri sjúkrarøkt. Betri útbúnar læknar, betri útbúgvið starvsfólk í síni heild og ikki minst kostar tað einum sjúkrahúsi hópin av peningi at fylgja við nýggjastu tøknini.

Vit skulu minnast til, at fyrsta sjúkrahúsið, ið bygt varð í Klaksvík var ikki bygt fyri almennar pengar, tað vóru fólk við samfelagsligum meðviti, ið løgdu lunnar undir sjúkrahúsið og brutu upp um armar.

Seinnu árini hava vit, vanligir borgarar fyri tað mesta sitið upp afturá og rokna við, at tað almenna skal loysa sjúrahússpurningin allan sum hann er einsamalt, imeðan vit kanska heldur skulu royna at finna lýtið, ið vit kunnu illneitast inna.

Eitt nú í Oglandi og Skotlandi finna vit ein heilt annan hugburð har nógv av slíkum verður rikið við gávum frá privatum.

Tað er kanska heldur eitt sindur hendavegin vit eiga at fara, soleiðis at tættari samband fæst við almennu tænasturnar, sum eitt nú sjúkrahúsverkið skal veita okkum, tað hevði kanska givið betur innlit eisini og størri nøgdsemi.