Samgonguútlitini eru vánalig, tí ruðuleiki valdar um fiskivinnunýskipanina, sum er eitt av aðalmálunum hjá CEF samgonguni og innanhýsis ósemjur eru farnar at vísa seg í samgonguni, sigur Ragnar Joensen
Samgonguútlitini eru vánalig, tí ruðuleiki valdar um fiskivinnunýskipanina, sum er eitt av aðalmálunum hjá CEF samgonguni og innanhýsis ósemjur eru farnar at vísa seg í samgonguni, sigur Ragnar Joensen
Norðlýsið hevur vent sær til Ragnar Joensen, samfelagsfrøðing og biðið hann givið sítt boð uppá politisku støðumyndina, nú Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu sendið tingið í summarferiu herfyri.
Ragnar Joensen heldur, at tað kom sum ein skelkur fyri flest øll tá Løgtingsformaðurin fyri lítlari viku síðan sendi Tingið í summarfrí við tí grundgeving, at trýstið á skipanina var blivið ov stórt, og at fiskivinnunýskipanin ikki fekk tað virðiligu viðgerð hon hevði uppiborið.
Vanlig mannagongd er, at tey mál, sum hava rótfesti í samgonguskjalinum, verða samtykt so ella so, men, sum fiskivinnunýskipanin liggur nú við juridiskum ivamálum, er tað til at skilja, at tingformaðurin sendi tingið í summarfrí. Onkur vildi sagt at hetta var at keypa Høgna Hoydal tíð, men eg meti at hetta ber boð um sjúkueykenni hjá samgonguni, sigur Ragnar Joensen
Seinastu vikurnar hava víst, at samgongan hevur veikleikar. Fyrst av øllum er tað er líkt til at tað ikki er full semja um nýskipanina. Tað er í øllum førum ein niðurstøða ið kann gerast, tí um full semja var, hevði málið mest sannlíkt farið til atkvøðugreiðslu. Samstundis letur tað til, at hóast fiskivinnunýskipanin leypandi verður tillagað, so er hon undir hørðum atfinningum frá andstøðuni, frá avvarðandi vinnu, frá norður-eysturøkinum í Føroyum og nú at enda eisini úr útheiminum, sigur Ragnar Joensen.
Røddir hava eisini verið frammi um støðuna hjá formanninum í Tjóðveldi, og vilja hesar vera við at talan eisini er um eitt internt stríð í Tjóðveldisflokkinum. Tá Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, velur at senda tingið til hús meðan viðgerðin av nýskipanini er í hæddini, má hetta eisini lesast sum at Løgtingsformaðurin ikki hevur tað stóru trúnna á, at møguleiki er fyri at fáa málið samtykt við skili, heldur Ragnar Joensen.
Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur róði fyrr í vikuni fram undir, at Høgni Hoydal skuldi ansa sær. Eg dugi ikki rættiliga at síggja at formanssessurin er í vanda fyri Høgna Hoydal, men tað er ikki beinleiðis eitt tekin um góða heilsu hjá flokkinum, tá Tingformaðurin tekur avgerð um at senda tingið til hús mitt í viðgerðini, sum hevur kostað Høgna Hoydal, flokkinum og samgonguni mest hetta seinasta hálva árið, sigur Ragnar Joensen.
Hinvegin gerst interna stríðið í Tjóðveldi alsamt meira sjónligt í miðlunum. Økini uttanfyri Tórshavn, serliga Eysturoy og Norðoyggjar síggja út til at venda kanónirnar inneftir. Millum annað borgarstjórin á Eiði og einasta umboðið hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvíkar býráð, Steinbjørn Jacobsen. Hatta er eisini eitt tekin um at Tjóðveldi er broytt frá at vera ein bygda og fiskivinnuflokkur, til at vera ein miðstaðar og akademiaflokkur, sigur Ragnar Joensen.
Ragnar vísur á at veljarakanningin hjá Lóður herfyri staðfestur, at konfliktlinjan millum miðstaðarøki og øki uttanfyri Havnina gerst alsamt meira sjónlig. Vinnan, fakfeløg og fólk úti um landið hava tað fatan, at økini uttanfyri Suðurstreymoy verða fyri missi av fiskivinnunýskipanini.
Og biðin um at grada samgonguna, tá Løgmaður heldur Ólavsøkurøðuna seinast í hesum mánaðinum, er Ragnar Joensen ikki vónríkur um samgonguútlitini.
So hvørt sum nýskipanin hevur verið til hoyringar og viðgerðar eru bara fleiri ivamál komin undan kavi. Nú verður ein steðgur, men tað er ein steðgur fyri bæði samgongu, andstøðu, vinnu, miðlar og onnur áhguaði. Tað merkir sostatt, at meðan ósemjur verða mýktar í samgonguni fáa andstøðan og onnur møguleika at finna enn fleiri kritikkpunkt, sigur Ragnar Joensen.
Eg vænti at samgongan fær tað torført at bera nýskipanina í gjøgnum. Fær samgongan ikki nýskipanina frá hondini stutt eftir Ólavsøku, so er spurningurin um hon fær hana frá hondini fyri 1. januar. Fær hon ikki tað, er spurningurin um samgongan yvirlivir, tí tað liggja fleiri stórmál eftir fyri framman. Pensiónsnýskipanini er ikki byrjað enn, tað er Stjórnarskipanin heldur ikki, og nú sær út til at Fiskivinnunýskipanin er endað í ruðuleika, sigur Ragnar Joensen at enda.




