Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samfelagsfrøðingur: Vallógin frá 2007 var eitt demokratiskt bakkast

John William Joensen

Hetta við minkandi samskifti millum lokalfeløg og tingfólk forútsegði eg í einari Kringvarpssending tá. Og mín fatan er enn tann dag í dag, at vallógin frá 2007 var eitt demokratiskt bakkast. Ikki harvið sagt, at gamla vallógin var ideell, hon var sera skeiklandi, men tann nýggja er alt ov eliter og leysrivin frá meinigu limunum í flokkunum, hóast argumentið var, at tað skuldi vera styttri frá veljara til valevni, skrivar Sámal Matras Kristiansen

Samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen, skrivar soleiðis í Facebook viðmerking til Norðlýsið:

Hetta við minkandi samskifti millum lokalfeløg og tingfólk forútsegði eg í einari Kringvarpssending tá. Og mín fatan er enn tann dag í dag, at vallógin frá 2007 var eitt demokratiskt bakkast. Ikki harvið sagt, at gamla vallógin var ideell, hon var sera skeiklandi, men tann nýggja er alt ov eliter og leysrivin frá meinigu limunum í flokkunum, hóast argumentið var, at tað skuldi vera stytri frá veljara til valevni.

Man kann populert siga, at vit førka okkum burtur frá teimum luttakandi elementunum í demokratinum yvir móti meiri kappingarorienteraðum elementum í demokratinum. Og tað merkir tíverri eisini størri pengatørv fyri at standa seg í kappingini.

Harleywoodpaint