Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan er í upploysn

John William Joensen

sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgin Niclasen, sum mælir til at bíðja verður til løgmaður kemur heim

– Tað er eingin loyna at samgongan í løtuni er í upploysn og tí verður neyðugt at tosað saman um tingini so skjótt sum løgmaður kemur heim.
– Tað er eisini hugstoyt at semjan, sum bleiv gjørd millum flokkarnar nú verður skotin niður.
– Tað er nú einferð soleiðis, at tá ein ger eina semju, so veit ein at neyvan allir fara at taka undir við semjuni, men vit gjørdu hana fyri at finn ein útveg fyri samgonguna.
– Men alt fleiri tinglimir tosað um val meðan aðrir einki leggja í semjuna – so tað er klárt, at hetta eru greið sjúkraeyðkenni.
– Er kúgvin sjúk – so er eingin annar útvegur enn at skjóta hana áðrenn hon doyr.
– Eg vóni tó at menn eru somikið at sær komnir at teir sláa kalt vatn í blóði til løgmaður kemur heim, soleiðis at vit kunnu tosa saman um tingini.
– Men sum støðan er í løtuni er frítt slag og so verður sera trupult at fáa nøkur stórmál avgreidd á tingi.

Harleywoodpaint