Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan er ikki samd um kósina hjá Høgna

John William Joensen

Fríggjadagin var fundur í samgonguni um gongdina í samráðingunum um nýskipanina av fiskivinnuni, og eftir fundin var fundur í javnaðarflokkinum har misnøgd var við støðuna sum landstýrismaðurin hevur tikið í samráðingunum.

Sum skilst verður fundur aftur í dag við sambandsflokkin, men tað prutlar undir lokinum í samgonguni. Á samgongufundinum vóru fleiri í javnaðarflokkinum ikki nøgd við gongdina og tí var fundur í Javnaðarflokkinum eftir samgongufundin.

Sum skilst er misnøgd við at landstýrismaðurin ikki vil sleppa grundtankanum um at alt skal um uppboðssølu. Eisini er røringar í Framsókn. Sostatt eru tekin um at samgongu flokkarnir ikki longur eru fult samdir. Hvørjar fylgir tað fær fyri samráðingarnar er trupult at spáa um.

LES MEIRA UM SAMRÁÐINGARNAR HER