Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, skrivligan fyrispurning um ætlanirnar hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn at flyta fáu almennu arbeiðsplássini kring landið til Havnar. Sum skilst, arbeiðir samgongan við at flyta toll-eftirlitini í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágunum.
Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, hevur í tí sambandi sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, tveir ítøkiligar spurningar:
Hvørjar broytingar ætlar landsstýrismaðurin at gera við toll-eftirlitunum í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágunum?
Nær verða broytingarnar settar í verk?
Í viðmerkingunum stendur:
Allir flokkar ynskja, at virðini í samfelagnum skulu koma øllum økjum í landinum til góðar. At virðini skulu spjaðast kring landið.
Tí undrar tað almikið, at samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn tykist at hava ætlanir um at flyta fáu almennu arbeiðsplássini kring landið til Havnar. Feskasta dømið eru tolleftirlitini í Norðoyggjum, Eysturoynni, og Vágunum.
Sum skilst, ætlar samgongan at flyta oman fyri nevndu deildir til Havnar. Hetta er ikki ein spjaðing, men ein miðsavnan. Ein sentralisering av fáu almennu arbeiðsplássunum.
Tað tykist, sum samgongan ætlar at savna fáu almennu arbeiðsplássini, ið eru kring landið, á einum og sama stað.



