Eftir at Havstovan mælti til at skerja fiskidagarnar 70% hava landsstýrið og samgongulimir verið í villareiði um hvat skal gerast. Formaðurin í Vinnunevndini, Bjarni Hammer, heldur at tilmæli er sera ógvusligt, men ber seg undan at gera viðmerkingar.

Sum skilst er enn einki konkret útspæl komið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum í løtuni loddar dýpi hjá sínum samgongufelagum.
Baði formaðurin í tingbólki Javnaðarflokksins, Jónleif Jóhannesen og norðoyatingkvinnan í Tjóðveldi, Óluva Klettsgarð hava sagt at tilmælið er alt ov ógvusligt.
Eftir at tilmælið frá Fiskidaganevndini varð almannakunngjørt verður í samgonguni bíðja eftir útspælinum frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í Fiskivinnumálum.