Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Samgongan mist fólkið

Jóhann Lützen

Ein stórur meiriluti av føroyingum sigur ja til framhaldandi fiskivinnusamstarv við Russland. Hetta kom fram í eini meiningakanning, ið varð løgd fram í Degi og viku í kvøld. Væl meira enn annar hvør føroyingur ynskir samstarvið at halda fram, meðan bert gott fjórði hvør helst sær avtaluna halda uppat á nýggjárinum. Eisini í Havn eru fleiri fyri enn ímóti. Heldur ikki galdandi havnarstongsil hevur undirtøku í fólkinum.

Ikki færri enn 56% av føroyingum ynskja leinging av fiskiveiðiavtaluni við Russland. Tað er kanska ikki í sær sjálvum ein risastórur meiriluti, men samanborið við tey 26%, sum siga nei, eru tey meira enn dupult so mong, ið ynskja framhaldandi fiskiveiðiavtalu. Hini 17 prosentini søgdu seg ikki vita.

Sjálvt á heimabeitinum hjá teimum trimum samgonguflokkunum, í Tórshavn, eru fleiri fólk fyri enn ímóti at leingja fiskiveiðiavtaluna. Tað eru nevniliga 44% av havnarmonnum og -kvinnum, ið eru fyri, meðan 34% av høvuðsstaðarborgarunum eru ímóti. Í samgonguflokkunum er tað serliga í Framsókn, at veljararnir ynskja eina fiskiveiðiavtalu við Russland eisini í 2024.

Eiheldur hevur galdandi havnarstongsulin hjá samgonguni undirtøku sambært somu kanning. Einans 35% siga ja til havnarstongsulin, meðan heili 49% eru ímóti. 16% vita ikki.

Seinni í somu sending kom eisini fram, at arbeiðarafeløgini siga skattalættan hjá somu samgongu vera veruleikafjaran og ikki taka atlit til fíggjarliga sperdu familjurnar, sum eru í “dýrastu, dýrastu neyð”. Tá ein hugsar um, at tað sita tveir stórir vinstraflokkar og ein lítil borgarligur flokkur í samgonguni, so ber ikki til at koma til nakra aðra niðurstøðu enn ta í yvirskriftini:

Samgongan hevur mist fólkið.