Helena greiður frá sínum sjónarmiðum um samgonguna og Sambandsflokkin
Flest fólk halda, at tað er vorðið alt meira ein floskul hetta við breiðum semjum á tingi. Dag
og dagliga hoyra tey okkum tingfólk tosa um breiðar semjur, men tá tað til stykkis kemur, so
verða øll týðandi mál samtykt av smølum meirilutum. Vit tingfólk kunnu tí seta okkum
spurningin, um vit veruliga hava viljan til breiðar semjur, ella at hetta bert eru innantóm orð,
sum ljóða so skilagóð, at vit endurtaka tey, uttan at meina nakað við tað.
Í okkara grannalondum hava tey nógvar royndir við at gera breiðar semjur um týðandi mál.
Men mangt bendir á, at vit tíverri ikki eru komin hartil enn í Føroyum. Eitt, sum eyðkennir
slíkar semjur, er, at tær eru eisini galdandi eftir eitt val, og tað eru bert partarnir í semjuni,
sum kunnu broyta ella ógylduga hana.
Hetta merkir so eisini, at um onkur av pørtunum vil endurskoða partar av semjuni, ja so er tað
altíð møguleiki til tess.
Onkursvegna hava vit føroyingar hin vegin altíð havt lyndi til at býta okkum upp í tveir eins
stórar partar, tá tað snýr seg um týðandi mál. Vit sóu tað í málspurninginum, í flaggstríðnum,
í sjálvstýrisspurninginum, í broytingini av hjúnarbandslógini og nú í spurninginum um eina
fiskivinnunýskipan.
Tí er tað ein søguligur møguleiki fyri samgonguna og Sambandsflokkin, um tað hevði
eydnast at gjørt eina semju um ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Hesin møguleiki tykist
uppaftur nærri, nú næstformaðurin í flokkinum Magni Laksafoss boðar frá, at hann fer at
leggja nógv fyri at fáa í lag semju við samgonguna. Hann sigur bart út, at "tað var ógvuliga
tætt upp á eina semju, og semjan lá í stóran mun har, sum Sambandsflokkurin ynskti hana."
Hvør er dagsskráin?
Tó vita vit onnur, at hóast góða viljan hjá Laksafoss og kanska øðrum í Sambandsflokkinum,
so sær tað út til, at formaðurin í flokkinum hevur eitt annað taktiskt spæl gangandi. Tí hóast
samgongan eitt nú í uppboðssølupartinum hevur flutt seg frá 100% til 25 %, og útspælið hjá
Sambandsflokkinum í samráðingunum var 15%, so er hann ikki nøgdur. Tá hevur ein loyvi at
spyrja, um hetta er ábyrgdafullur politikkur ella eitt spæl fyri gallarínum.
Munnu ikki mong við mær hugsa, at her er ein onnur dagsskrá, tá flokkurin vrakar eina
semju, sum liggur so nær tí, sum Sambandsflokkurin sjálvur meinar.
Sambandsflokkurin hevur annars nú í mong ár roynt at fingið semju við hinar
andstøðuflokkarnar um eina fiskivinnunýskipan, uttan at tað hevur borið á mál. Nú er so
møguleikan at vísa ábyrgd, hóast freistingin at spæla vanliga politiska andstøðu/samgongu
spælið er stór.
Sum forkvinna fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum kenni eg tað sum mína skyldu eisini at
koma við enn einari áheitan á Sambandsflokkin og hinar flokkarnar í andstøðuni um at vísa
ábyrgd og koma til samráðingarborðið. Hesa áheitan kom landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum eisini við so seint sum í fyrradagin, umframt at formaðurin í Vinnunevndini
eisini hevði sama boðskap.
Semjan hevur ongantíð verið nærri
Partarnir, serliga samgongan og Sambandsflokkurin, hava ongantið verið nærri einari semju
enn júst nú. Ber tað ikki nú til at gera breiðu semjuna til veruleika, so verður tað seinur dagur,
at hetta fer at eydnast.
So míni boð til Magna Laksafoss og Sambandsflokkin og onnur úr andstøðuni eru, at vit gera
arbeiðið liðugt og finna semjuna, Vit eru jú samd um tað mesta m.a., at nýggja lóggávan
eigur at vera: lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygg. Vit eru eisini samd um:
– at tann, sum fær rætt at gagnnýta okkara felags tilfeingi, skal rinda tilfeingisgjald, og at
tilfeingisgjaldið skal vera marknaðargrundað.
– at fólk og fyritøkur úr øllum Føroyum, sum hava dirvi, skulu kunna sleppa framat í vinnuni.
– at fiskurin í sjónum ikki kann gerast privat ogn hjá einstaklingi ella fyritøku.
Hetta er størsta og týdningarmesta mál í føroyskum politikki í nógv Harrans ár. Tað nyttar
einki at útseta avgerðirnar – tað hevur verið gjørt nú í tíggju ár – og tað skapar hvørki tryggar
karmar ella møguleikar at leggja fiskiskap til rættis frameftir. Tað skapar bara enn meira
óvissu. Øll eygu eru nú vend móti okkum lóggevarum, um vit eru uppgávuna vaksin.
Tíðin er búgvin til at taka stigið.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksini.




