Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samgongan samd um broytingar í lóg um sjófeingi

John William Joensen

Tá tingfundurin verður settur um eina løtu verður 3. viðgerð av løgtingsmál nr. 15/2019, uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin). Og sum skilst er samgongan fult samd um broytingarnar, sum verða gjørdar í verandi lóg.

Sum Norðlýsið skilir hevur spurningurin um útlendskan eigaraskap verði viðgjørdur í samgonguni og ein semja gjørd um at útlendskur kapitalur skal ”útfasast” yvir eitt longri tíðarskeið.
 
Hetta er tó ikki váttað og sum skilst á lagnum er óvist um andstøðuflokkar ella einstakir andstøðulimir fara at atkvøða fyri semjuni, sum nú er gjørd.
 
Tingfundurin skuldi byrjað kl. 10 men hann byrjar so skjótt sum broytingaruppskotini eru klár at leggja fyri tingið.