So er samgongufundur settur á Seglloftinum á Tvøroyri. Vakrari og hugnaligari umstøður at náa góðum málum verður ringt at finna, sigur Óluva Klettskarð tingkvinna
So er samgongufundur settur á Seglloftinum á Tvøroyri. Vakrari og hugnaligari umstøður at náa góðum málum verður ringt at finna, sigur Óluva Klettskarð tingkvinna
– Vit fara nú hugagóð til verka, og stuttu arbeiðsfundirnir í gerandisdegnum, ið tykjast mangan ov knappir, eru nú vorðnir til tveir arbeiðsdagar saman, sigur Óluva
– Tað er gleðiligt, at fólk hava sett tíð av í dag og í morgin til so týðandi mál sum nýskipan av høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuni. Hoyringsskrivini eru nú øll komin inn, og tey verða nú partur av viðgerðini. Í morgin eru vit vónandi rættiliga nær tí lidna fiskivinnuuppskotinum, ið kann leggjast fyri tingið, sigur Óluva Klettskarð
Fundurin byrjaði kl. 16 og heldur fram allan morgin




