Nú hevur nógv kjak verið um uppskotið hjá samgonguni, um nýggja fiskivinnuskipan. Hetta kjak er nú útvatnað, og tað kemst ikki úr stað. Orsøkin er, at tey sum eiga hetta uppskot, vilja ikki viðurkenna, hvat innihaldi veruliga inniber.
Nú hevur nógv kjak verið um uppskotið hjá samgonguni, um nýggja fiskivinnuskipan.
Hetta kjak er nú útvatnað, og tað kemst ikki úr stað. Orsøkin er, at tey sum eiga hetta uppskot, vilja ikki viðurkenna, hvat innihaldi veruliga inniber.
Veruleikin er, at hetta er eitt uppskot, sum leggur upp til, at vit yvir tíð hava so gott sum allan fisk á eini uppboðssølu. Um hetta er ætlanin, so er at melda hetta púra greitt út, og ikki royna at snara veruleikanum til nakað heilt annað.
Um vit taka eitt stutt dømi um toskakvotuna undir Føroyum, so stendur í uppskotinum, um kvotan fer uppum 10.000 tons, so skal tað sum er omanfyri seljast á eini uppboðssølu. Hetta skal seljastsum minst 20%, sum 1 ára loyvi og rest sum 3 ella 8 ára loyvir. Um nú vit byrjað við eini toskakvotu uppá 10.000 tons , og ein aktørur eigur 2% av hesi kvotu, sum eru 200 tons av toski. Um nú kvotan hækkar til 20.000 tons næsta árið, so vera 10.000 tons sum søgulig rættindi, og restin seld eftir hesum leisti.
2.000 tons sum 1.ára loyvi og 8.000 tons sum 3 ella 8 ára , ella 40 % sum langtíðar loyvir.
Um nú kvotan minkar niður aftur til 10.000 tons aftur, so eru 40% ella 4.000 tons seld kvota, og 6.000 tons er til teir, sum høvdu søgulig loyvir til 10.000 tons. Tað vil siga tað sama sum, at tann sum hevði 2 % av kvotuni, nú hevur 1,2 %, og soleiðis minkar parturin hjá tí søguliga partinum, og uppboðssølu parturin veksur. Størri útsving vit fáa av kvotum frá ár til ár, meira verðurtil uppboðssølu partin.
Hetta dømi sum er sett upp her, er galdandi fyri allar kvotur sum føroyingar hava. Tá vit koma til anti-trust reglurnar, so ljóðar tað gott, at eingin sum eigur omanfyri 12% skal minka, men við hesum uppskoti er tað skjótt at koma niður í móti 0%, um ein ikki keypir á søluni hjá Høgna.
Um ætlanin er at koma víðari við hesum kjaki og hoyring um hetta uppskot, so er at melda greitt út, at vit vilja hava alt yvir eina uppboðssølu sum frá líður. Um tað ikki er meiningin, so er at melda púra greitt út, at tit ikki taka undir við hesum uppskoti.
Skal ikki fara meira út í detaljur um hetta uppskot, men eg síggi EINKI sum kann brúkast sum fyriliggur í hasum uppskoti.
Nógv føra fram, at vit skulu hava eina breiða semju so er alt gott. Kann minnast 3 breiðar semjur í nýggjari tíð.
– Hækkan av útgjaldi úr ALS, sum teir síðan vóru teir noyddir at broyta hetta aftur, av tíð at ALS kassin var um at tømast
– Eitt var Glasir
– Síðst og ikki minst – uppsøgnin av verandi fiskiloyvunum
So ein breið semja er als ikki tað sama sum ein góð semja!
Uttanfyri tað politiska systemið havi eg ongan hoyrt, sum talar fyri hesum uppskoti, men har afturímóti rættuliga nógv, ið tala ímóti fyriliggjandi uppskoti, men enn røkist einki fyri at hesi fólk verða hoyrd.
Líggjas Johannesen




