Fiskivinnupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni í morgun hjá samgonguni sum arbeitt verður við at skipað á Gamla Apoteki og stemningurin er eitt sindur meira læstur í morgun.
Fiskivinnupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni í morgun hjá samgonguni sum arbeitt verður við at skipað á Gamla Apoteki og stemningurin er eitt sindur meira læstur í morgun.
Man er samdur um at seta ein bólk at samráðast við vinnuna um ein komandi fiskivinnupolitikk men sum skilst eru partarnir ikki heilt samdir innanhýsis. Tað eru eisini beinleiðis ósemjur millum Framsókn og Nýtt Sjálvstýri sum krevja orku. Í morgun framm móti middegi fara flokkarnir á innanhýsis fundir og sum skilst er stóri knúturin at finna eina orðing um fiskivinnupolitikkin, so at samgongan megnar at finna eina semju um ein nýggjan politikk næstu fýra árini og hóast vit ikki hava fingið hetta vátta so kann gitast at júst fiskivinnupolitikkurin er stórur munur á Skorheim/Højgaard og Michelsen/jensen.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER : Ongar kollveltandi broytingar
Eins og nú skjótt farna samgonga ætlar nýggja samgongan, sum í skrivandi løtu verður roynt at skipað á Gamla Apoteki, at yvirtaka útlendingamál og loftrúmið. Men á fiskivinnuøkinum verður ikki nøkur konkret ætlan – hinvegin eru flokkarnir samdir um at samgongan fyrst skal ráðføra seg við verandi aktørar í fiskivinnuni og síðani finna eina politiska semju.
Ein kommisión verður sett at finna semju um nýggja grundlóg.
Nýggja samgonguskjali fer ikki at innihalda broytingar í hjúnarbandslógini um málið verður nevnt verður tað staðfest at tinglimir í hesum málið kunnu atkvøða eftir egnari sannføring.
Sum skilst er stemningurin góður og í morgin fæst ein ábending um nýggj samgonga verður klár til tingfundin týsdagin.




