Javnaðarflokkurin far løgmann og Aksel verður løgmaður. Harafturat kemur Javnaðarflokkurin at umsita Mentamál og Almannamál. Tjóðveldi skal sita fyri Fíggjarmál, Fiskivinnumál og Heilsumál. Framsókn skal stjórna Vinnumálum.
Javnaðarflokkurin far løgmann og Aksel verður løgmaður. Harafturat kemur Javnaðarflokkurin at umsita Mentamál og Almannamál. Tjóðveldi skal sita fyri Fíggjarmál, Fiskivinnumál og Heilsumál. Framsókn skal stjórna Vinnumálum.
Norðlysið hevur fingið vátta býti av landstýrissessum og umframt tað sum longu er nevnt inniheldur samgonguskjalið ein skattalætta til lág- og miðallønt pr. 1. Januar 2016.
Dagføring kl 09:34: SAMGONGUSAMRÁÐINGAR: Aksel verður Løgmaður – Tjóðveldi fíggjarmál og fiskivinnumál
Teir tríggir flokkarnir eru samdir innanhýsis um bíti av málsøkjum og klokkan var farin av tvey í nátt tá samráðingarfólkini fóru til húsa at sova. Vit hava fingið váttan fyri at Aksel verður løgmaður, Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Fiskivinnumál. Eisini er váttað at Framsókn fær Vinnumál.
Samgongusamráðingar
13/9 kl 0:3:05
Teir tríggir flokkarnir eru samdir innanhýsis um bíti av málsøkjum og fyri lítlari løtu síðan fóru samráðingarfólkini til húsa at sova. Vit hava fingið váttan fyri at Aksel verður løgmaður, Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Framsókn Vinnumál. Óváttað tíðindi siga at Tjóðveldi eisini skal umsita fiskivinnuna.
Framsókn far allarhelst eittans landsstýrisfólk og Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa trý landsstýrisfólk í part, soleiðis at talið á landsstýrisfólkum verður tað sama sum verandi landsstýrið. Sum skilst er semja innanhýsis og nú verður baklandið kunnað áðrenn flokkarnir hittast til undirskrivingar mánadagin.
Landsstýrissessirnir eru ikki mannaðir enn við persónum, tí enn er bert semja um at Aksel verður løgmaður og annars er man samdir um hvat flokkarnir umsita. Somuleiðis er váttað at Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Framsókn Vinnumál. Óváttað tíðindi siga at Tjóðveldi eisini skal umsita fiskivinnuna.
SAMGONGUSAMRÁÐINGAR 11.09 2015
Tað er greitt at bólkurin sum verður settur at evna nýtt uppskot til nýggjan fiskivinnupolitikk far sera lítið rásar rúm og kappingin millum framleiðarar um at fáa atgongd til fiskatilfeingi ferð at harðna. Vit hava fyrrapartin roynt at snikka saman eina greiða mynd av hvat tað er fyri treytir Aksel, Poul og Høgni eru samdir um at seta vinnuni.
Hetta er myndin sum vantandi verður arbeiðssetningur hjá nevndini, ið skal evna nýggjan fiskivinnupolitikk:
Fremsta málið er at staðfesta at alt livandi tilfeingið, sum svimur í sjónum í føroyskum sjóøkið og sum Føroyar hava rætt til á fjarleiðum er ogn Føroya Fólks.
Farast skal frá privatum sølum av fiskidøgum og kvotum yvir til eina almenna sølu.
Tryggjast skal at øll veiða skal førast til lands.
Alt tilfeingið skal um føroyskan bryggjukant.
Fiskur sum veiddur verður skal allur seljast soleiðis at øll virkir hava møguleika at fáa hendur á fiskinum.
Einans feløg sum hava føroyskar eigarar og sum eru skrásett og rinda skatt í Føroyum og har manningarnar fáa hýrur eftir føroyskum sáttmála kunnu fáa veiðiloyvi – (ella sleppa at bjóða uppá fiskatilfeingið um uppboðsøla verður stovnsett)
Formennirnir fara nú kl. 14 at kunna tingbólkarnar.
Sum skilst eru stórar kapitalinteressur sum standa klárar at sleppa framat tilfeinginum og tí hevur lobbyvirksemið verið stórt á Gamla Apoteki
Dagføring kl 11 -Samgongusamráðingar: Ongin kollvelting av fiskivinnupolitikkinum
Formennirnir eru samdir um orðingarnar um fiskivinnupolitikkin men tað er ymiskt hvussu Tjóðveldistingmenn og Javnaðartingmenn á gamla apoteki skilja innihaldi aftan fyri orðingarnar.
Tað er greitt at ein bólkur verður settur av politikarum, fakfólki og umboð fyri vinnuna at viðgera eina nýggja skipan sum er deild í seks punktir.
Men sambært keldum í Tjóðveldi er greitt at øll fiskiloyvi skulu um eina uppboðsølu. Men sambært keldum í Javnaðarflokkinum verða fiskiloyvini uppsøgd í 2018 sum ætlað har man harvið staðfestir yvir fyri lovishavarunum at landið eigur fiskiloyvini. Síðani fáa verandi aktørar í vinnuni útskrivað síni loyvi aftur ella tey fáa gyldi aftur. Fiskiloyvini sum er kvotur og dagar skal bólkurin taka støðu til, men ein partur umleið 20.000 til 25.000 tons skulu so seljast. Men samstundis halda tingfólk hjá Tjóðveldi fast um at uppskotið til arbeiðssetning er orðað soleiðis at einki er til hindurs fyri at alt endar á uppboðsølu um bólkurin sum settur verður verður samdur um hetta.
Tað frættist eisini at Tjóðveldi skal umsita fiskivinnumál og tað liggur í kortunum at tað verður formaðurin, men hetta seinasta skal takast við stórum fyrivarni og er ikki váttað.
Samgongusamráðingar 10. september: Yvirtøkur, blokkur og samferðsla
Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn eru við at koma á mál. Sum skilst er ætlanin hjá komandi samgonguni at yvirtaka útlendingamál, loftrúmið og arvarætt.
Á samferðsluøkinum verður samferðsluætlanin, sum bleiv samtykt fyri nøkrum árum síðani, aftur tikin fram og fylgd. Tað merkir, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur fyrst. Eisini er ætlanin, at játtanin til Viðareiðistunnilin skal framskundast so, at arbeiði kann halda fram ótarnað, hóast arbeiði er gingið skjótari enn væntað. Harafturat liggur í kortunum, at blokkurin verður frystur eftir, at fráfarna samgongan annars fekk hann prístalsviðgjørdan í farna valskeiði. Tað liggur sum væntað í kortunum, at stóru flokkarnir fáa tríggjar landsstýrissessir, meðan Framsókn fær ein.
Samgongusamráðingar 10. september: Føðideildin opnar aftur á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Samstundis sum samráðingarnar ganga verður arbeitt við at orða samgonguskjali. Semja er um at Heilsuverkið skal hava eina upp raðfesting men ósemjur eru um innihaldi í orðingunum. Sum skilst merkir hetta m.a. at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið letur upp aftur. Eisini verður samferðslan raðfest hægri og sum skilst merkir hetta at Smyril kann sigla fleiri túrar.
Tað stendur um føðingina av nýggjari samgongu men tað skulu nógvir smálutir uppá pláss áðrenn klárt er at fara í holt við málsøkjabýti.
Viðvíkjandi føðideildini hava argumentini verið at so leingið fast samband ikki er við Suðuroynna er neyðugt at hava føðideild á Suðuroyar Sjúkrahúsið og sum skilst liggur hetta í kortunum – men kemur vantandi ikki at síggjast í sjálvum samgonguskjalinum.
Avgerðin at sentralisera føðideildina á Landssjúkrahúsinum hevur víst seg at fingið óhepnar fylgir fyri barnakonur í Suðuroynni og Norðoyggjum. Eitt nú noyðast barnakonur í Suðuroynni at flyta til Havnar undan barnsburði og í ávísum førum er framvegis neyðugt hjá barnakonum at eiga á Suðuroyar Sjúkrahúsi álíkavæl.
Norðanfyri eru fleir óheppin dømir, m.a. hava barnakonur átt í sjúkrabili á opnum landsvegi.
Samgongusamráðingarnar 10: SEPTEMBER : Fiskivinnan og hjúnarbandi
Fyri tey sum sita og samráðast á Gamla Apoteki eru útsøgnirnar hjá Nýtt Sjálvstýrið ikki til at skilja. Einki uppskot um broytingar í hjúnabandslógini er á borðinum og um nakað verður nevnt um hetta er semja um at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring. Tað kemur ikki uppá tal at selja øll fiskiloyvir um eina uppboðsølu, men møguleiki er fyri at ein roynd verður gjørd at selja 20.000 til 25.000 tons av uppsjóartilfeinginum um eina uppboðsølu.
Hetta svarar til eitt søluvirði uppá næstan hálva milliard um hetta var virka og selt av føroyingum, men sum skilst er hetta eitt krav frá Framsókn. Mett verður at javnaðarflokkurin tekur undir við hesum kravinum, hóast eingin tonsatøl enn eru nevnd í hesum sambandi ella í samgonguskjalinum.
Tað sum stendur fast er at man ynskir ikki at kollvelta fiskivinnupolitikkin, men semja er um at seta ein bólk av politikarum og umboð fyri verandi aktørar í fiskivinnuni at finna eina nýggja skipan.
Eisini er greitt at útlendingar framegis sleppa at eiga í Fiskivinnuni.
Stemningurin er framvegis góður og vónirnar góðar – men enn er málsøkjabýti ikki komið á borið.
Samgongusamráðingarnar 9: SEPTEMBER : Nýtt Sjálvstýri ger bart
Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, sigur í kvøld at flokkurin kundi ikki góðtaka at alt tilfeingið skal takast inn og yvir eitt ávíst tíðarskeið og seljast um eina uppboðssølu. Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleyst og vit kundu sjálvandi ikki góðtaka hetta, sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri.
Sum skilst er ætlanin at ein nýggj skipan skal inndraga øll fiskiloyvir, men møguliga verða nøkur fá undantøk, sum m.a. útróðrarflotin.
Inntøku oyggjarnar næstan ikki umboðaðar við samgongusamráðingarnar
Nú Nýtt Sjálvstýri er fari úr samgongusamráðingunum, so eru næstan bara fólk úr suðurstreymoy og longri suðuri umboðað í løgtinginum millum tey 17 valdu.
Flestu inntøkurnar í Føroyum vera skaptar av fyritøkum í antin Klaksvík ella í Eysturoynni. Men hesar oyggjar eru nærum ikki umboðaðar millum tey valdu, sum nú sita vit samgongusamráðingarnar.
Tí av teimum 17 fólkavaldu samgongufólkunum, so eru tað bara Eyðgunn Samuelsen og Hanna Jensen, sum búgva norðanfyri Havnina. Tískil er stór slagsíða í, hvussu landið er umboðað við samgonguborðið í hesum døgum.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER
Fiskivinnupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni í morgun hjá samgonguni sum arbeitt verður við at skipað á Gamla Apoteki og stemningurin er eitt sindur meira læstur í morgun.
Man er samdur um at seta ein bólk at samráðast við vinnuna um ein komandi fiskivinnupolitikk men sum skilst eru partarnir ikki heilt samdir innanhýsis. Tað eru eisini beinleiðis ósemjur millum Framsókn og Nýtt Sjálvstýri sum krevja orku. Í morgun framm móti middegi fara flokkarnir á innanhýsis fundir og sum skilst er stóri knúturin at finna eina orðing um fiskivinnupolitikkin, so at samgongan megnar at finna eina semju um ein nýggjan politikk næstu fýra árini og hóast vit ikki hava fingið hetta vátta so kann gitast at júst fiskivinnupolitikkurin er stórur munur á Skorheim/Højgaard og Michelsen/jensen.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER : Ongar kollveltandi broytingar
Eins og nú skjótt farna samgonga ætlar nýggja samgongan, sum í skrivandi løtu verður roynt at skipað á Gamla Apoteki, at yvirtaka útlendingamál og loftrúmið. Men á fiskivinnuøkinum verður ikki nøkur konkret ætlan – hinvegin eru flokkarnir samdir um at samgongan fyrst skal ráðføra seg við verandi aktørar í fiskivinnuni og síðani finna eina politiska semju.
Ein kommisión verður sett at finna semju um nýggja grundlóg.
Nýggja samgonguskjali fer ikki at innihalda broytingar í hjúnarbandslógini um málið verður nevnt verður tað staðfest at tinglimir í hesum málið kunnu atkvøða eftir egnari sannføring.




