Fyri tey sum sita og samráðast á Gamla Apoteki eru útsøgnirnar hjá Nýtt Sjálvstýrið ikki til at skilja. Einki uppskot um broytingar í hjúnabandslógini er á borðinum og um nakað verður nevnt um hetta er semja um at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring. Tað kemur ikki uppá tal at selja øll fiskiloyvir um eina uppboðsølu men møguleiki er fyri at ein roynd verður gjørd at selja 20.000 til 25.000 tons av uppsjóartilfeinginum um eina uppboðsølu.
Fyri tey sum sita og samráðast á Gamla Apoteki eru útsøgnirnar hjá Nýtt Sjálvstýrið ikki til at skilja. Einki uppskot um broytingar í hjúnabandslógini er á borðinum og um nakað verður nevnt um hetta er semja um at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring. Tað kemur ikki uppá tal at selja øll fiskiloyvir um eina uppboðsølu, men møguleiki er fyri at ein roynd verður gjørd at selja 20.000 til 25.000 tons av uppsjóartilfeinginum um eina uppboðsølu.
Hetta svarar til eitt søluvirði uppá næstan hálva milliard um hetta var virka og selt av føroyingum, men sum skilst er hetta eitt krav frá Framsókn. Mett verður at javnaðarflokkurin tekur undir við hesum kravinum, hóast eingin tonsatøl enn eru nevnd í hesum sambandi ella í samgonguskjalinum.
Tað sum stendur fast er at man ynskir ikki at kollvelta fiskivinnupolitikkin, men semja er um at seta ein bólk av politikarum og umboð fyri verandi aktørar í fiskivinnuni at finna eina nýggja skipan.
Eisini er greitt at útlendingar framegis sleppa at eiga í Fiskivinnuni.
Stemningurin er framvegis góður og vónirnar góðar – men enn er málsøkjabýti ikki komið á borið.
——–
Samgongusamráðingarnar 9: SEPTEMBER : Nýtt Sjálvstýri ger bart
Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, sigur í kvøld at flokkurin kundi ikki góðtaka at alt tilfeingið skal takast inn og yvir eitt ávíst tíðarskeið og seljast um eina uppboðssølu. Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleyst og vit kundu sjálvandi ikki góðtaka hetta, sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri.
Sum skilst er ætlanin at ein nýggj skipan skal inndraga øll fiskiloyvir, men møguliga verða nøkur fá undantøk, sum m.a. útróðrarflotin.
Inntøku oyggjarnar næstan ikki umboðaðar við samgongusamráðingarnar
Nú Nýtt Sjálvstýri er fari úr samgongusamráðingunum, so eru næstan bara fólk úr suðurstreymoy og longri suðuri umboðað í løgtinginum millum tey 17 valdu.
Flestu inntøkurnar í Føroyum vera skaptar av fyritøkum í antin Klaksvík ella í Eysturoynni. Men hesar oyggjar eru nærum ikki umboðaðar millum tey valdu, sum nú sita vit samgongusamráðingarnar.
Tí av teimum 17 fólkavaldu samgongufólkunum, so er tað bara Eyðgunn Samuelsen, sum býr norðanfyri Havnina. Tískil er stór slagsíða í, hvussu landið er umboðað við samgonguborðið í hesum døgum.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER
Fiskivinnupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni í morgun hjá samgonguni sum arbeitt verður við at skipað á Gamla Apoteki og stemningurin er eitt sindur meira læstur í morgun.
Man er samdur um at seta ein bólk at samráðast við vinnuna um ein komandi fiskivinnupolitikk men sum skilst eru partarnir ikki heilt samdir innanhýsis. Tað eru eisini beinleiðis ósemjur millum Framsókn og Nýtt Sjálvstýri sum krevja orku. Í morgun framm móti middegi fara flokkarnir á innanhýsis fundir og sum skilst er stóri knúturin at finna eina orðing um fiskivinnupolitikkin, so at samgongan megnar at finna eina semju um ein nýggjan politikk næstu fýra árini og hóast vit ikki hava fingið hetta vátta so kann gitast at júst fiskivinnupolitikkurin er stórur munur á Skorheim/Højgaard og Michelsen/jensen.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER : Ongar kollveltandi broytingar
Eins og nú skjótt farna samgonga ætlar nýggja samgongan, sum í skrivandi løtu verður roynt at skipað á Gamla Apoteki, at yvirtaka útlendingamál og loftrúmið. Men á fiskivinnuøkinum verður ikki nøkur konkret ætlan – hinvegin eru flokkarnir samdir um at samgongan fyrst skal ráðføra seg við verandi aktørar í fiskivinnuni og síðani finna eina politiska semju.
Ein kommisión verður sett at finna semju um nýggja grundlóg.
Nýggja samgonguskjali fer ikki at innihalda broytingar í hjúnarbandslógini um málið verður nevnt verður tað staðfest at tinglimir í hesum málið kunnu atkvøða eftir egnari sannføring.
Sum skilst er stemningurin góður og í morgin fæst ein ábending um nýggj samgonga verður klár til tingfundin týsdagin.




