Ein ósemja millum Sambandsflokkin og Framsókn um ríkisveitingina hevur í kvøld gjørt, at ongar realitetssamráðingar verða í morgin millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.
Framsókn ynskti at lækka blokkstuðulin úr Danmark, og tað kundi Sambandsflokkurin ikki góðtaka. Hvørgin flokkurin vildi víkja, og tískil eru samráðingarnar nú slitnaðar.
Aksel V. Johannesen sigur, at hann fer at tosa við Tjóðveldi í kvøld. Hann vildi ikki siga, um hann fer eftir eini breiðari samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, ella eftir gomlu samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Aksel V. Johannesen hevur hinvegin sagt, at hann væl kundi hugsað sær CEF-samgonguna aftur, men við Dag og viku í kvøld segði Ruth Vang, at hon enn ikki er boðin til nakra samráðing.
Næsta samgonguroyndin verður við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, og so er stóri spurningurin, hvør tann triði flokkurin verður. Hann verður helst svaraður í morgin.



