Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava skrivað undir samgonguskjal við yvirskriftini “Ábyrgd, støðufesti og breiðar semjur”
Á tíðindafundi í løgtinginum fyrrapartin varð samgonguskjalið undirskrivað milum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Samgonguskjalið er 13 síður langt og hevur hesar undiryvirskriftir
- Føroyar og útheimurin
- Vinna
- Skattur og avgjøld
- Løgur
- Bústaðir
- Heilsumál
- Rúsevni
- Almannamál
- Barna- og ungdómsmál
- Hægri útbúgving
- Mentamál
- Arbeiðsmarknaður
- Javnstøða
- Útlendingaøkið
- Orka og umhvørvi
- Kommunur
- Nýskipanir




