Á almennum fundi 29. september 2014 setti Samhald fokus á sosiala profil Sambandsfloksins. At hesin profilur er viknaður, sum mangan verður skotið flokkinum í skógvarnar, vísti seg ikki at vera rætt – tvørturímóti. Ongantíð áður hava bleytu virðini verið so høgt raðfest, sum nú undir leiðslu Sambandsfloksins.
TÍÐINDASKRIV

Mangan hevur tað verið skotið Sambandsflokkinum í skógvarnar, at flokkurin hevur mist sín sosiala profil ella at hesin profilur er viknaður nógv, meðan flokkurin hevur verið í samstarvi við Fólkaflokkinum meginpartin av seinastu tveimum valskeiðunum.
Fyri at fáa greiðu á, um hetta páhaldið hevði grund í veruleikanum, setti veljarafelagið Samhald fokus á hetta evnið.
Rósa Samuelsen og Lisbeth L. Petersen løgdu fyri
Fyri at fáa eina greiðari mynd av støðuni, hevði Samhald fingið Rósu Samuelsen, sum sat sum landsstýriskvinna í Almannamálum í fyrra valskeiðnum 2008-2011 og Lisbeth. L. Petersen, fyrrverandi forkvinnu Sambandsfloksins og sum hevur verið ein av atfinningarsomu røddunum um júst viknaða sosiala profil floksins, at leggja upp til orðaskifti.
Eftir at Johan Petersen, formaður Samhalds, hevði boðið teimum umleið 20 uppmøttu vælkomnum og greitt frá um fundin og hví fokus bleiv sett á júst hetta evnið, legði Rósa fyri.
Vælferðartænastur
Føroyar hava valt eina fólkaræðisliga vælferðaskipan, sum merkir, at øll eiga at hava atgongd til almennar vælferðartænastur – uttan mun til inntøku, bústað og annað.