Heri Joensen frá Lóður, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum greiða frá, har Heri m.a. greiðir frá áhugaverdari kanning á økinum, hann hevur gjørt
Nýggj kanning, sum Heri Joensen og Heini í Skorini, frá Fróðskaparsetrinum hava gjørt, vísir, at føroyingar vilja hoyra til vesturheimin, men meta, at samhandil við Russland hevur týdning!
Í 2021 endaði fimti hvør føroyskur laksur og annar hvør makrelur í Russlandi. Sambært Hagstovuni útfluttu vit fyri 2,2 milliardir krónur til russar í fjør – og hava gjørt tað í nøkur ár.
Men hvat kostar samstarvið við Russland, sum eftirhondini hevur fleiri ár á baki, um nýtt kríggj brestur á? Hvat skulu Føroyar gera, um fíggjarligu sanktiónirnar móti Russlandi gerast harðari orsakað av kreppuni í Ukreina?
Kunnu vit framhaldandi sigla millum skerini og tvíhalda um, at handilspolitikkur og fíggjarpolitikkur er hvør sítt? Ella verða vit í størri mun noydd til at velja síðu? Hesir spurningar gerast alsamt meiri átrokandi, nú stórveldis-rivaliseringin í Arktis harðnar.
Men hóast Arktis er komið undir sjóneykuna, verða fólkini, sum búgva í Arktis, sjáldan spurd, hvat tey halda. Tí gjørdi Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya eina umfatandi kanning í november/desember 2021, hvørs endamál var at kanna fólksligan hugburð til uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.
Verkætlanarleiðari er Heini í Skorini, lektari á Søgu- og Samfelagsdeiledini á Setrinum, og kanningin er fíggjað av stóra týska felagsskapinum, Konrad Adenauer Stiftung, sum stuðlar gransking um allan heimin.
Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman hagtøl fyri Fróðskaparsetrið, og á Torradøgum fer Heri Joensen, búskaparfrøðingur á Lóðri, at leggja fram úrslit, sum viðvíkja Russlandi.
Kanningin vísir m.a., at føroyingar halda seg hoyra til NATO og vesturheimin í trygdarpolitiskum viðurskiftum, men kanningin vísir eisini, at gott handilssamstarv við Russland hevur stóran týdning.
Yvirskipað kann tó sigast, at føroyingar – samanborið við borgarar í øðrun londum – ikki hava eina so sterka meining um hesi viðurskifti. Hetta sæst einamest, tá ið føoyingar skulu meta um, hvussu stór trygdarpolitiska hóttanin er ímóti Føroyum.
kl. 19.30
Gamla Miðhølliná Skúlatrøð
Samhandil við Rusland – Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, Heri Joensen frá Lóður og Niels Winther, stjóri á Vinnuhúsinum. Greitt verður frá m.a. áhugaverdari kanning. Føroyar útflyta til Russlands fyri kr. 2,2 mia av fiskavørum.



